Pakkaloysnirnar eru uppskot til, hvussu fundur ella ráðstevna kann leggjast til rættis. Vit laga okkum sjálvsagt til øll serlig ynski um mat og drekka, og vit eru altíð tøk og til reiðar at hjálpa tykkum við at fyrireika fundin ella ráðstevnuna. 
 
Um tit hava fyrispurningar, vinaliga vendið tykkum til booking@hotelbrandan.fo ella ring á 30 92 10. 

Fyrrapart

Úr 380,- fyri hvønn
Frá kl. 08:00 til 12:00  
 
Vit borðreiða við morgunmati ella wienarbreyði, frískum fruktum og dagsins gourmetsmyrjibreyði. Ísvatn, kaffi og te afturvið.  
 
Minst 15 fólk. 
Vit finna hóskandi høli.

Fyrrapart

Seinnapart

Úr 380,- fyri hvønn 
Frá kl. 12:00 til 17:00 

Vit borðreiða við lekrum smyrjibreyði, dagsins rætti ella onkrum úr matskránni, frískum fruktum, dagsins køku og smoothies. Ísvatn, kaffi og te afturvið.  
 
Minst 15 fólk. 
Vit finna hóskandi høli.  

 

Seinnapart

Heilan dag

Úr 440,- fyri hvønn 
Frá kl. 08:00 til 17:00 

Til morgunmat borðreiða vit við heimagjørdum bollum, lekrum viðskera og jogurt. Kaffi, te og djús afturvið. Til steðgin fyrrapart borðreiða vit við frískari frukt og kaffi/te. Á miðdegi fæst smyrjibreyð ella dagsins rættur, íroknað sodavatn ella líknandi drykkivørur. Seinnapartin fáa tit dagsins køku, smoothies, kaffi og te.

Minst 15 fólk. 
Vit finna hóskandi høli. 

Heilan dag

Kvøld

Úr 380,- fyri hvønn
Frá kl. 18:00 til 22:00 

Til nátturða fáa tit frískar fruktir og smyrjibreyð, íroknað eina øl ella sodavatn. Kaffi, te og dagsins køku omaná.

Minst 15 fólk. 
Vit finna hóskandi høli.

Kvøld

Dag & nátt

Úr 490,- fyri hvønn
Døgnfundur 

Til morgunmat borðreiða vit við heimagjørdum bollum, lekrum viðskera og jogurt. Kaffi, te og djús afturvið. Á middegi kann veljast millum gourmetsmyrjibreyð ella dagsins rætt, íroknað øl ella sodavatn. Seinnapartin fáa tit dagsins køku, smoothies og kaffi og te. Um kvøldið fáa tit góðan nátturða, íroknað vín, øl ella sodavatn.  

Minst 15 fólk.  
Vit finna hóskandi høli. 

Dag & nátt

Snarfundir, stutt & ómakaleyst

Úr 200,- fyri hvønn

Tørvar tær minni eitt minni høli til ein stuttan, smærri fund mitt í Havn? So er Hotel Brandan rættað staðið. Vit hava tvey smærri fundarhøli, ið hóska væl til endamálið. Hølini eru: Klubbin og Krákugjógv. Við fundarhølinum hevur tú atgongd til internet, teldu og uppvørpu, og vit bjóða kaffi, te og ísvatn.  

Tú rindar í minsta lagið fyri 4 persónar.  
Tú kanst leiga hølið fyrrapart frá kl. 8-12 ella seinnapart frá kl. 13-17.

Snarfundir, stutt & ómakaleyst