Hølir

Hotel Brandan er 4-stjørnað ráðstevnuhotell við fýra fundarhølum, øll í ymsum støddum við fjølbroyttum møguleikum. Vit kunnu hýsa øllum – bæði smærri fundum og stórum ráðstevnum við 100 fólkum. Fundarhølini eru væl útgjørd við KT-útgerð, og okkara starvsfólk hava drúgvar royndir á økinum.

Húsagarður

Húsagarður er størsta fundar- & ráðstevnuhøli á Hotel Brandan og kann húsa 100 fólkum í stólarekkjum. Ein svali við útsýni yvir viðarlundina fer beinleiðis úr hølinum. Húsagarður kann býtast í tvey høli og brúkast til alt frá vanligum fundarvirksemi til privatar veitslur og tiltøk. KT-útgerðin er av besta slag og er løtt at brúka.

Húsagarður

Brúgvin

Brúgvin er fundarhøli á ovastu hædd við útsýni yvir býlingin norðureftir og einum svala við útsýni yvir viðarlundina. Brúgvin kann húsa 40 fólkum í stólarekkjum og kann brúkast til eitt hvørt høvi. Høli hevur tveir stórir skíggjar, og KT-útgerðin er av bestu góðska.

Brúgvin

Krákugjógv

Krákugjógv er eitt minni fundarhøli á ovastu hædd við frálíkum útsýni. Hølið er sera væl egnað til smærri fundir við 4 – 6 luttakarum, setanarsamrøður og líknandi. Í hølinum er ein skíggi, flipover, whiteboard og ein prentari.

Krákugjógv

Klubbin

Klubbin er eitt minni fundarhøli við frálíkum útsýni yvir Viðarlundina og Gundadal. Hølið er sera væl egnað til smærri fundir við 4 – 6 luttakarum, setanarsamrøður og líknandi. Í hølinum er ein skíggi, flipover, whiteboard og annars øll neyðug útgerð. 

Klubbin