Á Hotel Brandan seta vit æru í at veita okkara gestum eina matuppliving, ið grundar á góðsku og umhvørvis atlit í mun til matspill, vistfrøði og gott handverk. 

Húsagarður er matstova har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar. Á Húsagarði bjóða vit bæði fasta matskrá við trimum rættum og stakar rættir.

Húsagarður

Í køkinum verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur og borðreiddur av tænaratoyminum. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te og cider.

Sí matskráir
.

Katrina Christiansen

Sjarma og søga, fyrstafloks matur, óformelt og nærverandi. Vit viðmæla, at tú bíleggur borð í góðari tíð, soleiðis at tú tryggjar tær pláss. Vælkomin til Katrinu Christiansen.

Les meira
.

Melda til tíðindabræv

Kundi tú hugsað tær at fingið tíðindi og tilboð frá Hotel Brandan umvegis teldupost?