Á stóru uttandura grillini kunnu vit geva rávøruni tann eyðkenda grillsmakkin. Grilløkið er ein sosialur miðdepil á hotellinum har vit, hvørt leygarkvøld í summarhálvuni, fara at hava grillkvøld fyri bæði hotellgestum og øllum teimum sum hava hug. Á grilluna leggja vit sjógæti, kjøt og grønmeti og borðreiða við frískum salatum og hóskandi drykkivørum afturvið.

Matskrá

Hotel Brandan borðreiðir við sjógæti og fleiri ymiskum sløgum av grillaðum kjøti við íblástri úr Suðuramerika og Føroyum. Afturvið verður ymiskt tilhoyr og salat. Omaná bjóða vit dessert og ostaborð.

Prísur fyri hvønn
Vaksin: 495,-
Børn (6-12 ár): Hálvan prís
Børn (0-5 ár): Ókeypis

Hvørt leygarkvøld í juli og august frá kl. 18:00 – 22:00.

Bílegg borð
Matskrá