Morgunmatur við bestu góðsku

Á Hotel Brandan leggja vit nógva orku í at bjóða fyrsta floks morgunmat. Vit nýta umhvørvisvinarligar, stuttfluttar rávørur í tann mun tað ber til. Breyð og bollar eru heimabakaði í okkara egna køki, og leggja vit okkum eftir at minka um matoyðsl. 

Øll eru vælkomin at keypa sær morgunmat á Hotel Brandan. Prísurin er 189 kr fyri vaksin og 95 kr fyri børn. Vinarliga bílegg áðrenn á tlf. 30 92 00.

Morgunmatur er frá kl. 07:00 til 10:00 mánadag – fríggjadag og frá kl. 07:00 til 11:00 leygardag - sunnudag.

Eisini ber til at bíleggja morgunmat inn á kamarið allar dagar í vikuni fyri eyka kostnað. Seðil at bíleggja eftir liggur á kamarsborðinum.