Green Key · 4-stjørnað Superior
Á Hotel Brandan vilja vit geva tær eina góða uppliving ella fleiri. Fyri serprís kanst tú bíleggja títt uppihald ella eina uppliving á Hotel Brandan.
Sí herVit hava 124 umhvørvisvinalig dupultkømur, sum eru millum 18 m² og 38 m² til støddar. Í øllum kømrunum er kaffimaskina, sjónvarp við Chromecast, sengur og annað innbúgv av bestu góðsku. Navnframi Edward Fuglø hevur prýtt øll kømrini við serstaka verkinum “Landmark”. Vitja okkum og fá eitt grønt og ómakaleyst uppihald.
Les meiraÍ køkinum verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur og borðreiddur av tænaratoyminum. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te og cider.
Sí matskráirHotel Brandan er 4-stjørnað ráðstevnuhotell við fýra fundarhølum, øll í ymsum støddum við fjølbroyttum møguleikum. Vit kunnu hýsa øllum – bæði smærri fundum og stórum ráðstevnum við 90 fólkum. Fundarhølini eru væl útgjørd við KT-útgerð, og okkara starvsfólk hava drúgvar royndir á økinum.
Les meiraHotel Brandan í Tórshavn setur sær alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóðir viðvíkjandi veðurlagnum. Í septembur 2020 fingu vit góðkenningina “Green Key,” sum er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðamannavinnuni. Hetta merkið verður latið fyritøkum í ferðamannavinnuni, sum gera nakað eyka fyri at verja umhvørvið.
Les meiraGávukortið kann nýtast á øllum okkara støðum:
✔ Hotel Brandan
✔ Hotel Hafnia
✔ Húsagarður
✔ Katrina Christiansen
✔ Bistro 1. Hædd
✔ Kafé Kaspar
Skiftirúmini til venjingarhøli hjá okkum hava hvør sítt hitarúm, sum er ókeypis hjá gestum at brúka.
Okkara venjingarhølið hevur snøgga og umhvørvisvinaliga venjingarútgerð til ein hvønn tørv. Venjingarhølið liggur millum hitapottarnar og hitarúmini og gevur møguleika fyri góðum løtum við persónligari vælveru.
Lokalar og umhvørvisvinaligar rávørur tilreiddar til ein morgunmat við bestu góðsku. Soleiðis byrjar dagurin best.
Les meiraÍ Vínkjallaranum finnur tú vín úr øllum heiminum og øllum prísflokkum. Vínfrøðingurin Jóhan Gardar Joensen hevur lagt grundina fyri einum úrvali, ið hóskar til eitt hvørt høvi við kendum, ókendum og vistfrøðiligum møguleikum.
Møblafyritøkan STUA hevur veitt Hotel Brandan allar leysar møblar. STUA er ein lítil familjufyritøka úr San Sebastian, Bilbao, sum leggur seg eftir at framleiða møblar av hægstu góðsku við tíðarleysum estitikki. STUA framleiðir alt við hond á egnari framleiðslu í San Sebastian. Kom og set teg væl til borðs hjá okkum.