Kunning frá Hotel Brandan um COVID-19

Koronasmittan krevur, at samfelagið tillagar seg og fylgir leiðbeiningunum frá myndugleikunum. Tað gera vit sjálvsagt eisini á Hotel Brandan, men hotellið hevur opið sum vant, og tú er vælkomin at gista og vitja okkum.

Á Hotel Brandan verður støðan við coronasmittuni tikin í størsta álvara, og trygdin hjá okkara gestum og starvsfólki hevur hægstu raðfesting.

Hotel Brandan er opið sum vanligt. 

Hevur tú spurningar ella vil bíleggja, vinaliga ring 30 92 00 ella send teldupost á booking@hotelbrandan.fo.