4 stjørnað ráðstevnuhotel

Hotel Brandan hevur fýra fundarhøli, øll í ymiskum støddum við fjølbroyttum møguleikum. Vit kunnu hýsa øllum – frá smærri fundum til stórar ráðstevnur. Okkara fundarhøli eru væl útgjørd við øllum hugsandi KT-hentleikum. Okkara royndu og serkønu starvsfólk tryggja, at tú fært eina væleydnaða ráðstevnu har tú fært miðsavnað teg um ta mest umráðandi uppgávuna, nevniliga innihaldið av tínum fundi.

Kom og fundast ella hald eina ráðstevnu á Hotel Brandan. Set teg í samband við okkum á tlf. 309200 ella skriva til booking@hotelbrandan.fo.

Hølir

Hotel Brandan er 4-stjørnað ráðstevnuhotell við fýra fundarhølum, øll í ymsum støddum við fjølbroyttum møguleikum. Vit kunnu hýsa øllum – bæði smærri fundum og stórum ráðstevnum við 90 fólkum. Fundarhølini eru væl útgjørd við KT-útgerð, og okkara starvsfólk hava drúgvar royndir á økinum.

Les meira
.

Veitsla

Á Hotel Brandan kunnu vit savna teg og tíni kæru saman til ógloymandi minnir. Snýr tað seg um brúdleyp, barnadóp, ferming ella føðingardag? Ella skal fyritøkan bjóða viðskiftafólkunum ella starvsfólkunum ein betri bita?

Les meira
.

Dópur & ferming

Vit bjóða alskyns úrval av mati til stóra dagin í nýmótans veitsluhølum.

Les meira
.

Fundarpakkar

Pakkaloysnirnar eru uppskot til, hvussu fundur ella ráðstevna kann leggjast til rættis. Vit laga okkum sjálvsagt til øll serlig ynski um mat og drekka, og vit eru altíð tøk og til reiðar at hjálpa tykkum við at fyrireika fundin ella ráðstevnuna. 

Les meira
.

Melda til tíðindabræv

Kundi tú hugsað tær at fingið tíðindi og tilboð frá Hotel Brandan umvegis teldupost?