Vit bjóða alskyns úrval av mati til stóra dagin í nýmótans veitsluhølum. Dugnaligu kokkarnar hjá Hotel Brandan hava sett eina fjølbroytta matarskrá upp, sum tit kunnu seta saman eftir egnum ynski.

Matarskráin er gjørd til í minsta lagi 15 fólk. Øll velja somu matskrá.
Um tit hava serlig ynskir til diabetikarar, vegetarar ella ovurviðkvæmingar, letur tað seg eisini gera.

GG: Matskráin verður tøk 20. januar 2022.