Pakkaloysnirnar eru uppskot til, hvussu fundur ella ráðstevna kann leggjast til rættis. Vit laga okkum sjálvsagt til øll serlig ynski um mat og drekka, og vit eru altíð tøk og til reiðar at hjálpa tykkum við at fyrireika fundin ella ráðstevnuna. 

Eisini ber til at hava videofundir tvørtur um landamørk á Hotel Brandan. Vit hava góða útgerð, gott internetsamband, samstundis sum vit hava frálík høli til endamálið.

Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hotelbrandan.fo ella tlf. 309290.

Videofundir

Vit ferðast ikki sum vit plaga. Tí hava vit á Hotel Brandan eina loysn, ið ger tað møguligt at hava videofundir tvørtur um landamørk.   

Vit hava góða útgerð, gott internetsamband, samstundis sum vit hava frálík høli til endamálið. 

Hotel Brandan hevur ymisk høli í ymiskum støddum, so uttan mun til um tit eru 4 fólk ella nógv fleiri, ber hettar væl til. 

Ring til okkum á 309200, vit skraddaraseyma tøkniligu loysnina júst til tykkum.

Videofundir

Fyrrapart

Prísur: 380,- fyri hvønn, tá tit eru 15 fólk ella fleiri
Tíðarskeið: frá kl. 08:00 til 12:00  
 
Vit borðreiða við morgunmati, frískum fruktum og dagsins gourmetsmyrjibreyði. Tit fáa eisini ísvatn, kaffi og te afturvið.

Tit eru vælkomin at vera færri enn 15 fólk, tá hækkar prísurin eitt vet. 

Vit finna tykkum hóskandi høli.

Fyrrapart

Seinnapart

Prísur: 380,- fyri hvønn, tá tit eru 15 fólk ella fleiri 
Tíðarskeið: frá kl. 12:00 til 17:00 

Vit borðreiða við lekrum smyrjibreyði, dagsins rætti ella onkrum úr matskránni, frískum fruktum og dagsins køku. Tit fáa eisini ísvatn, kaffi og te afturvið.

Tit eru vælkomin at vera færri enn 15 fólk, tá hækkar prísurin eitt vet. 

Vit finna tykkum hóskandi høli.

 

Seinnapart

Heilan dag

Prísur: 440,- fyri hvønn, tá tit eru 15 fólk ella fleiri 
Tíðarskeið: frá kl. 08:00 til 17:00 

Til morgunmat borðreiða vit við heimagjørdum bollum, lekrum viðskera og jogurt. Kaffi, te og djús er afturvið. Til steðgin fyrrapart borðreiða vit við frískari frukt og kaffi/te. Á miðdegi fæst smyrjibreyð ella dagsins rættur, íroknað sodavatn ella líknandi drykkivørur. Seinnapartin fáa tit dagsins køku, kaffi og te.

Tit eru vælkomin at vera færri enn 15 fólk, tá hækkar prísurin eitt vet. 

Vit finna tykkum hóskandi høli.​

Heilan dag

Kvøld

Prísur: 380,- fyri hvønn, tá tit eru 15 fólk ella fleiri
Tíðarskeið: frá kl. 18:00 til 22:00 

Til nátturða fáa tit frískar fruktir og smyrjibreyð, íroknað eina øl ella sodavatn. Vit bjóða Kaffi, te og dagsins køku omaná.

Tit eru vælkomin at vera færri enn 15 fólk, tá hækkar prísurin eitt vet. 

Vit finna tykkum hóskandi høli.

 

Kvøld

Dag & nátt

Spyr um tilboð á booking@hotelbrandan.fo ella ring til okkum á 30 92 00. 

Dømi um innihald:  
Til morgunmat borðreiða vit við heimagjørdum bollum, lekrum viðskera og jogurt. Kaffi, te og djús afturvið. Á middegi kann veljast millum gourmetsmyrjibreyð ella dagsins rætt, íroknað øl ella sodavatn. Seinnapartin fáa tit dagsins køku, kaffi og te. Um kvøldið fáa tit góðan nátturða, íroknað vín, øl ella sodavatn.  

Gist verður í dupultkamarið har ein ella tvey kunnu gista í sama kamarið. Morgunmatur er íroknaður. 

Dag & nátt

Snarfundir, stutt & ómakaleyst

Úr 200,- fyri hvønn

Tørvar tær minni eitt minni høli til ein stuttan, smærri fund mitt í Havn? So er Hotel Brandan rættað staðið. Vit hava tvey smærri fundarhøli, ið hóska væl til endamálið. Hølini eru: Klubbin og Krákugjógv. Við fundarhølinum hevur tú atgongd til internet, teldu og uppvørpu, og vit bjóða kaffi, te og ísvatn.  

Tú rindar í minsta lagið fyri 4 persónar.  
Tú kanst leiga hølið fyrrapart frá kl. 8-12 ella seinnapart frá kl. 13-17.

Snarfundir, stutt & ómakaleyst