Jólamatur til minni & størri jólaborð

Vit hava sett saman eina leskiliga jólamatskrá til okkara jólagestir. Ynskja tit at hava jólaborðhald í egnum hølum á hotellinum, hava vit eina serliga matskrá við fýra rættum.

Borð á Húsagarði kann bíleggjast her á síðuni.
Jólaborðhald í egnum hølum verða bíløgd við at skriva til okkum á booking@hotelbrandan.fo ella á tlf. 309200

Um hølini

Meksiko eystur til 10 fólk
Meksiko vestur til 36 fólk
Húsagarður 130 fólk
Meksiko 72 fólk
Brúgvin 44 fólk

Les meira & sí myndir
.

3-rætta jólamatskrá í egnum høli

· Royktur laksur við strandfenniku, sitróngrasi og sinnopsmajones
· Oksalundir við jarðkneysum, turkaðum fruktum og sauce gastrik
· Rís a la Brandan við Amaretto kirsjuberjasós

kr. 550 fyri hvønn*
Drekkaskrá fyri hvønn kr. 440. 
Vælkomudrykkur, vín/øl/sodavatn afturvið matinum. Kaffi/te/avec omaná.

Afturatkeyp:
• Byrja kvøldið við okkara jólakokkteyli kr. 125
• Brellbitar kr. 35
• Jólasnapsur kr. 35
• Náttarbiti kr. 95 

* Hølisleiga er ikki íroknað.
Allir prísir eru við mvg. 

 

.

4-rætta jólamatskrá í egnum høli

· Royktur laksur við strandfenniku, sitróngrasi og sinnopsmajones
· Brennandi kærleiki við røstum kjøti og súrkáli  
· Oksalundir við jarðkneysum, turkaðum fruktum og sauce gastrik
· Rís a la Brandan við Amaretto kirsjuberjasós

kr. 625 fyri hvønn*
Drekkaskrá fyri hvønn kr. 440. 
Vælkomudrykkur, vín/øl/sodavatn afturvið matinum. Kaffi/te/avec omaná.

Afturatkeyp:
• Byrja kvøldið við okkara jólakokkteyli kr. 125
• Brellbitar kr. 35
• Jólasnapsur kr. 35
• Náttarbiti kr. 95 
 
* Hølisleiga er ikki íroknað.
Allir prísir eru við mvg. 
.

Matstovan Húsagarður

Hugnaliga matstovan á Hotel Brandan bjóðar matskrá við trimum rættum ella fimm rættum. Eisini bjóða vit a la carte.

3 rættir
· Laksatatarur við miso-dressingi
· Lambskulotta við akvavit-velouté, valnøtusmøri og grønkáli
· Gerað rabarbusorbét við makrónum

Prísur: 550,-
Við vínskrá 875,-

5 rættir
· Laksatatarur við miso-dressingi
· Saltað føroyskt neytakjøt við timian-smørdeiggi
· Grannkonfiteraður toskur við sós hollandaise
· Lambskulotta við akvavit-velouté, valnøtusmøri og grønkáli
· Gerað rabarbusorbét við makrónum

Prísur: 745,-
Við vínskrá 1.275,-

Bílegg borð
.

Jólamatur heim við

Skalt tú hava jólaveitslu heima, bjóða vit eisini jólamat heim við.


MATSKRÁIN
· Royktur laksur við strandfenniku, sitróngrasi og sinnopsmajones
· Oksalundir við jarðkneysum, turkaðum fruktum og sauce gastrik
· Rís a la Brandan við Amaretto kirsjuberjasós

kr. 499 fyri hvønn (upp til 30 fólk)
kr. 495 fyri hvønn (fleiri enn 30 fólk)

Minst 15 fólk. Um tit eru færri, vinaliga skrivið til okkum á booking@hotelbrandan.fo. Útkoyring í Havn kostar kr. 300.

Allir prísir eru við mvg. 

 

.

Hug at sova leingi?

Hevur tú hug at gista og sova leingi í sambandi við jólahaldið, hava vit eitt frálíkt tilboð.

✔ Sov leingi sunnudag, kekka út kl. 14

Einans kr. 499 fyri hvønn
Tilboðið er galdandi, tá ið bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Prísur fyri einakamar er kr. 750.

Vinaliga set teg í samband við okkum á booking@hotelbrandan.fo ella tlf. 309200. 

.

Melda til tíðindabræv

Kundi tú hugsað tær at fingið tíðindi og tilboð frá Hotel Brandan umvegis teldupost?