Á Hotel Brandan kunnu vit savna teg og tíni kæru saman til ógloymandi minnir. Snýr tað seg um brúdleyp, barnadóp, fermingarveitslu ella føðingardag? Ella skal fyritøkan bjóða viðskiftafólkunum ella starvsfólkunum ein betri bita? Saman við okkum fært tú bjóða gestum tínum eina vælsmakkandi máltíð í einum fjálgum og nýmótans umhvørvi. 

Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hotelbrandan.fo ella tlf. 309200.

Matskráin

Niðanfyri hevur tú møguleika at seta tína veitslumatskrá eftir egnum ynski til tínar gestir.

1 rættur 325,-

2 rættir 415,-

3 rættir 495,-

Børn til og við 11 ár gjalda hálvan prís

Hølisleiga kemur afturat prísinum.
Matskráin er roknað til í minsta lagi 10 gestir.
Eru serlig ynski til diabetikarar, vegetarar ella ovurviðkvæmi, taka vit sjálvandi atlit fyri hesum.

.

Forrættir

Vel 1 rætt:

· Royktur laksur

· Fiskasúpan

· Lambsrietta (laktosufrítt)


Allir rættir vera borðreiddir við heimagjørdum breyði og smør.

.

Høvuðsrættir

Vel 1 rætt:

· Grillað lamb við stoktum eplum, frikassé sós og grønmeti

· Oksasneið við sós, stoktum eplum og hóskandi grønmeti (laktosufrítt) +100,-

· Toskur við káli, hvítari sós og grønmeti

 

.

Omaná

Vel 1 rætt:

· Sitrónfromasja við vaniljukremi og knasi (glutenfrítt)

· Sjokulátabrownie við kremi og berum

.

Húsagarður matskrá
3 rættir

• Laksatatarur við miso dressingi

• Lambskulotta við akvavit velouté, valnøtusmøri og grønkáli

• Ostakøka av hvítari sjokulátu við whiskykremi og jogurti

.