Vit bjóða alskyns úrval av mati til stóra dagin í nýmótans veitsluhølum.
Dugnaligu kokkarnar hjá Hotel Brandan hava sett eina fjølbroytta matarskrá upp, sum tit kunnu seta saman eftir egnum ynski.
Matarskráin er gjørd til í minsta lagi 15 fólk. Øll velja somu matskrá.
Um tit hava serlig ynskir til diabetikarar, vegetarar ella ovurviðkvæmingar, letur tað seg eisini gera.
GG: Hendan matskráin / prístilboðið er galdandi sunnudagar til fermingar- og dópsdagar.
Forrættur
Vel 1 rætt:
Royktan laks
Sýlaðar røtur, lemon curd og nøtur
Kremut fiskasúpan
Fiskur, skeljar, gularøtur og purra
Lambaterrine
Sinnopp, breyð og súltaðar agurkir
Oksacarpaccio
Salat, grillað sitrón vinaigrette og nøtur
Høvuðsrættur
Vel 1 rætt:
Porchetta
v/ymiskum eplum og tilhoyri
Lambstjógv
v/ymiskum eplum og tilhoyri
Toskur
v/ymiskum eplum og tilhoyri
Oksaháryggur
v/ymiskum eplum og tilhoyri
Oksalundir
(+ kr. 100 fyri hvønn)
v/ymiskum eplum og tilhoyri
Krúnhjort
(+ kr. 100 fyri hvønn)
v/ymiskum eplum og tilhoyri
Eplir og tilhoyr:
Bakað eplaterrine, smá rástokt eplir við urtakremi, brennandi kærleiki ella hasselbakaði eplir.
Tomat, leykur, kál ella soppar. (Salat + kr. 50 fyri hvønn).
Omaná
Vel 1 rætt:
Sjákulátakøka
Saltkaramel og peanuts (sneakers)
Rabarbugreytur
Brend hvít sjákuláta, guff og rabarbubitar
Ostatallerkur
Trý sløg av osti, breyð og dipp
Prísur fyri hvønn
2 rættir: kr. 295
3 rættir íroknað kaffi/te: kr. 345
Børn upp til 12 ár: kr. 100
Leigan av høli úr kr. 3.000.
Á Hotel Brandan verður støðan við coronasmittuni tikin í størsta álvara, og trygdin hjá okkara gestum og starvsfólki hevur hægstu raðfesting.
Bílegg á booking@hotelbrandan.fo ella ring til okkum á tlf. 30 92 90.
Vælkomin á Hotel Brandan