Kenslan av at kenna seg væl

Njót eina friðsæla løtu í hitarúminum ella í uttandura hitapottunum við frálíka útsýninum yvir Viðarlundina. Ella royn framkomna og orkuvinaliga venjingarhøli.

Hitapottar

Set teg afturá í hitapottinum og njót friðsæla útsýnið yvir Viðarlundina og Havnina. Eisini hevur tú møguleika fyri at keypa roomservice, og njóta eitt glas av sjampanju og okkurt afturvið.

Prísur fyri leigu av hitapotti fyri gistandi gestir:
Fyri vaksin 150,-
Fyri børn 10-15 ár 75,-
Børn 9 ár og yngri ókeypis

Bílegg hitapott á tlf. 309200.

.

Venjingarhølið

Royn okkara umhvørvisvinaligu venjingarútgerð til ein hvønn tørv. Allar maskinur eru frá egnari drívmegi, millum annað hevur rógvimaskinan vatn sum mótstyrki og hondvektirnar hava tyngdina úr sandi. 

Venjingarhølið er ókeypis fyri gestir okkara at brúka, og liggur millum hitapottarnar og hitarúmini. Hetta gevur tær møguleika at fáa hita til eymar vøddar beint eftir venjing. 

.

Hitarúm

Set teg afturá í hitarúminum eftir eina góða venjing ella bara fyri at kenna kensluna av at slappa av. Smá ljós eru í loftinium, sum ger rúmið fjálgt. Hitin sigst at hava heilsubót, tí kroppurin slappar meira av og útskilir ótørv ígjøgnum sveitta. Hitarúmini eru ókeypis fyri gestir okkara at brúka.

.