Á Hotel Brandan seta vit æru í at veita okkara gestum eina matuppliving, ið grundar á góðsku og umhvørvis atlit í mun til matspill, vistfrøði og gott handverk. Okkara morgunmatur hevur altíð heimagjørt breyð og bollar, eitt gott úrval av siðbundnum og kreativum morgunmatarrættum, ið altíð hava støði í tí góðu rávøruni.
Í Kafé Landmark gera vit nýkvørna vistfrøðiligt kaffi úr barristamaskinuni og veita nýhugsandi kafémat, drekkivørur og kokkteylar um kvøldið.
Húsagarður er matstova har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar. Á Húsagarði bjóða vit bæði fastar matskráir við trimum og fimm rættum og stakar rættir.