Morgunmatur

Morgunmatur við bestu góðsku

Á Hotel Brandan leggja vit nógva orku í at bjóða fyrsta floks morgunmat. Vit nýta umhvørvisvinarligar, stuttfluttar rávørur í tann mun tað ber til. Breyð og bollar eru heimabakaði í okkara egna køki, og leggja vit okkum eftir at minka um matoyðsl.

Øll eru vælkomin at keypa sær morgunmat á Hotel Brandan. Prísurin er 225,- fyri vaksin, børn 4-11 ár fyri 95,- og børn 0-3 ár eta ókeypis. Vinarliga bílegg áðrenn á tlf. 30 92 00.

Morgunmatur er frá kl. 07:00 til 10:00 mánadag – fríggjadag og frá kl. 07:00 til 10:30 leygardag – sunnudag.

Eisini ber til at bíleggja morgunmat inn á kamarið allar dagar í vikuni fyri eyka kostnað. Seðil at bíleggja eftir liggur á kamarsborðinum.

Mammubronsj

Vit vilja forkela allar mammur á mammudegnum 10. mai, og bjóða teimum bronsj fyri hálvan prís.

Vit bjóða:

  • Lekkran bakstur
  • Flesk, bleyttkókaði egg & góðskuviðskera
  • Frukt, tertu, ostar & pylsur
  • Kaku- og bommborð
  • Vistfrøðiligt kaffi, djús & smoothie

Eisini hava vit hoppiborgir uttanfyri, um veðrið loyvir tí.

Vaksin: 275,- (mammur eta fyri hálvan prís)

Børn 4-11 ár: 99,-
Børn 0-3 ár: ókeypis

 

breakfast-03-1920×960
morgunmatur2-1920×960
morgunmatur4-1920×960
morgunmatur3-1920×960
breakfast-04-1920×960
breakfast-06-1920×960
breakfast-07-1920×960