Upplivið vín úr øllum heiminum í vínkjallaranum á Hotel Brandan. Gilið, sum vínkjallarin eitur, rúmar upp móti 3000 fløskum, og hevur eitt breitt úrval av vistfrøðiligum, øðrvísi og sjálvandi eisini klassiskum vínsløgum.

Eisini samanseta vit fegin eina vínsmakking eftir tykkara ynski, um tað er eitt ávist øki ella eitt ávíst slag av víni, tit ynskja fokus á.

Yvirtænarin sigur frá 4 sløgum av víni. 
 

Vínsmakking í Gilinum

4 sløg av víni
Nøtur afturvið
5-10 fólk

Fyri hvønn: 450,- 

Tilkeyp:
Osta- og pylsubretti 89,- fyri hvønn

Vínsmakking tekur umleið hálvanannan tíma. 

Ring og bílegg tíð á 309200 ella á booking@hotelbrandan.fo.