Um Hotel Brandan

Hotel Brandan er eitt grønt 4-stjørnað superior hotel. Hotellið liggur miðskeiðis í Gundadali, bert fáar minuttir til gongu frá miðbýnum, SMS og alskyns ítróttarhentleikum. Hotellið hevur tilsamans 124 kømur, 4 fundarhøli, sauna, venjingarhøli, heitar pottar og 130 parkeringspláss. 

Hotel hentleikar

✔ 4-stjørnað superior hotel 
✔ 4-stjørnað ráðstevnuhotel
✔ Norðurlendskt snið
✔ Green Key Hotel
✔ 124 kømur 
✔ Vaskitænasta
✔ Karmartænasta alt samdøgrið
✔ Concierge tænasta
✔ Barnaansing
✔ 4 fundarhøli
✔ Sauna og fitness hentleikar
✔ 3 hitapottar
✔ 130 parkeringspláss
✔ Parkeringstænasta 
✔ Løðistøðir til elbilar
✔ 3 minuttir til miðbýin 
✔ 2 minuttir til SMS
✔ 1 minutt til ítróttarøki

Grønt virksemi

Hotel Brandan í Tórshavn setur sær alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóðir viðvíkjandi veðurlagnum. Í septembur 2020 fingu vit góðkenningina “Green Key,” sum er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðamannavinnuni. Hetta merkið verður latið fyritøkum í ferðamannavinnuni, sum gera nakað eyka fyri at verja umhvørvið.

Les meira
Grønt virksemi

Parkering

Hotel Brandan hevur 130 parkeringspláss og 4 løðistøðir til EL-bilar. Tað er ókeypis at parkera uttanfyri Hotel Brandan, um tú kemur á vitjan, ella um tú gistir á hotellinum. Prísurin fyri at løða bil er 2 kr. pr. kwh. Løðingin skal bíleggjast í móttøkuni.

Parkering

Upprunin til navnið

Føroyska Hotel Brandan er uppkallað eftir Sankta Brandan (484 - 577), ið var írskur munkur og fyrsti navnnevndi maður, ið kom til Føroya. Brandan var ein ævintýrari og sigldi víða um høv fyri at kanna oyggjar og lond og skrivaði dagbók frá ferð síni í Føroyum. 

Les meira
Upprunin til navnið

Listarlig uppliving

Ein vitjan á Hotel Brandan er ikki bara tænasta í serflokki – tað er eisini ein serlig listarlig uppliving. Listamaðurin Edward Fuglø hevur listprýtt hotellið við sermerktari og litfagrari list, sum er ein grundleggjandi partur av heildarkonseptinum hjá Hotel Brandan. 

Les meira
Listarlig uppliving