Barrleiðari til Hotel Brandan

Hevur tú áhuga fyri víni, kokkteylum og tænastu, og hevur tú áður starvast innan tænastuvinnuna? Vit sóknast eftir eldhugaðum barrleiðara, sum trívist við ábyrgd og megnar at standa á odda, tá á stendur. Í barrini hava vit eitt breitt úrval av øli, víni, kokkteylum og kaffi, umframt eina kaféskrá við løttum rættum.

Uppgávur

Tú verður partur av leiðaratoyminum á Hotel Brandan og kemur at virka í tøttum samstarvi við F&B leiðaran. Harumframt fevnir starvið um hesar uppgávur:

• At tryggja eitt høgt góðsku- og tænastustøði
• At gera vaktarskema og tryggja at starvsfólk hava røttu vitanina um hendi
• Innkeyp av vøru
• Er sjónlig/ur og tekur lut í dagligu gongdini og uppgávunum
• Veita eina hjálpandi hond í móttøkuni, tá ið tørvur er á tí

Tú ynskir ávirkan, tekur ábyrgd í tínum arbeiði, og ert til íblástur hjá tínum starvsfeløgum. Harumframt ynskja vit, at:

• Tú hevur viðkomandi royndir innan tænastuvinnuna
• Tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
• Tú trívist í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er eins

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú verður partur av einum ágrýtnum toymi og fær møguleika at seta tín á dám kokkteyl- og drykkiskránna, tænastuna og upplivingina hjá gestunum. Starvsbyrjan er í juli.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Vit gleða okkum at taka móti tíni umsókn v.m. umvegis frymilin niðanfyri. Umsóknarfreistin er 4. juli 2022.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Høgna Fríðuson Gaard á tlf. 597030.

Vit viðgera umsóknir leypandi og í trúnaði.

Application form