Kokkalærlingur? Tygg upp á tað

Søkt verður eftir kokkalærlingi til Hotel Brandan. Konseptið á læruplássinum er slóðbrótandi við à la carte, føroyskum rávørum og nógvum góðum kokkum.

Tú borðreiðir, fyllir upp, kunnar gestir og heldur køkin pínliga reinan. Tú ert álítandi og fyrikomandi og elskar at royna teg fram. Ert tú svang/ur at sleppa í gongd? Søk so lærupláss hjá okkum 😊 Men tygg ikki ov leingi, tí vit lesa umsóknirnar leypandi.

Lærutíðin er umleið 4 ár við skúlagongd í Danmark.

Send lívsrensl og umsókn til hr@hotelbrandan.fo áðrenn 15. juni 2021. Rannvá Beder, okkara køksleiðari, veit meira. Tú ert vælkomin at ringja til hennara á 23 92 40.

*

Hotel Brandan er eitt fýrastjørnað hotell og hevur 124 kømur, matstovu, kafé, fleiri fundarrúm og veitsluhøli. Hotel Brandan er partur av hotellsamtakinum hjá Smyril Line. 

Á Hotel Brandan seta vit okkum alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóð. Hotellið hevur góðkenningina Green Key, ið er altjóða umhvørvismerki hjá ferðavinnuni.