Okkara kokkur?

Hotel Brandan leitar eftir kokki til spennandi à la carte matstovuna, Húsagarður.

Hvønn dag borðreiða vit við burðardyggari og spennandi à la carte-matarskrá. Rávørurnar eru vistfrøðiligar og siðbundnar og vit nýta føroyskar uppskriftir, við einum sjatti av nútímans ráki. Hóast góða góðsku og høgt fakligt støði, hava vit eina óhátíðarliga tilgongd – og vit vilja veita gestum okkara hugnaligar og góðar upplivingar.

Ert tú svang/ur at koma í sving og ljóðar tað sum nakað fyri teg, at sleppa at seta tín dám á matarskránna? So er tað kanska tær vit leita eftir.

Tín vangamynd

· Tú er útlærdur kokkur og elskar matgerð

· Tær dámar væl at menna nýhugsaðar matarskráir 

· Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er líka

Sentanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála á økinum. Talan er um fulltíðarstarv, har miðjað verður eftir eini 5:2 arbeiðsskipan.

Freist at søkja

Tú søkir starvið við at senda títt lívsrensl og umsókn v.m. til hr@hotelbrandan.fo. Viðmerk “Kokkur til Húsagarð ”. Freistin at søkja er 15. juni 2021. 

Vilt tú vita meira um starvið, ring so til okkara køksleiðara, Rannvá Beder, á 23 92 40.

*

Hotel Brandan er eitt fýrastjørnað hotell og hevur 124 kømur, matstovu, kafé, fleiri fundarrúm og veitsluhøli. Hotel Brandan er partur av hotellsamtakinum hjá Smyril Line. 

Á Hotel Brandan seta vit okkum alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóð. Hotellið hevur góðkenningina Green Key, ið er altjóða umhvørvismerki hjá ferðavinnuni.