Kokkur til Húsagarð á Hotel Brandan
Brennur tú fyri matgerð, og ert tú klár/ur at varðveita tað høga støðið, sum køkurin á Hotel Brandan er kendur fyri? So hava vit starvið júst til tín!
Hotel Brandan leitar eftir kokki at seta sín dám á matstovuvirksemið á hotellinum.
Í okkara spennandi á la carte-matstovu, Húsagarður, leggja vit okkum eftir at nýta góðar og staðbundnar vørur. Maturin tekur støðið í føroyskum rávørum, tilgjørdar við einum sjatti av nútímans ráki. Vit bjóða bæði fastar matskráir og einstakar rættir av matkortinum. Hóast góða góðsku og høgt fakligt støði, hava vit eina óhátíðarliga tilgongd og vilja veita hugnaligar og góðar upplivingar fyri okkara gestum. Ljóðar hettar, sum nakað fyri teg? So er hetta møguliga rætta starvið fyri teg!
Vit bjóða tær
• Dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
• Ein fjøllbroyttan og sosialan arbeiðsdag
• Møguleika fyri persónligari og fakligari menning
Vit vænta, at tú
• Elskar matgerð
• Ert útlærdur kokkur
• Dámar væl at menna nýhugsaðar matarskráir
• Dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi - har eingin dagur er eins
Sentanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála á økinum.
Er tú klár/klárur at taka næsta stig?
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Freistin at søkja er 27. april 2025. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við høvuðskokkin Jaspur Svabo Jørsensen á tlf 227570 ella umvegis jj@hotelbrandan.fo.
Hotel Brandan
Hotel Brandan er eitt fýrastjørnað hotell og hevur 124 kømur, matstovu, kafé, fleiri fundarrúm og veitsluhøli. Hotel Brandan er partur av hotellsamtakinum hjá Smyril Line. Á Hotel Brandan seta vit okkum alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóð. Hotellið hevur góðkenningina Green Key, ið er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðavinnuni.