Kondittaralærlingur til Hotel Brandan

Dámar tær okkurt søtt? Og vilt tú sleppa at læra at gera alt frá gerandiskøkum, til tær fínastu brúdleypskakurnar? So ert tú kanska okkara nýggi kondittaranæmingur!

Tú verður partur av einum stórum toymi á okkara nútíðar hotelli og kemur at læra frá okkara fryntliga kondittara. Tú verður við til at gera, sniðgeva og prýða allar køkurnar vit selja.

Lærutíðin er umleið 4 ár, og ein partur av tí er skúlagongd. Undir útbúgvingini kemur tú at læra alt um bakstur, kakur, tænastu og at menna kreativa handverkið. Les meira um útbúgving og skúlagongd her.

So dámar tær okkurt søtt? Søk so læruplássið áðrenn 1. novembur 2021.
Send tína umsókn via frymilin niðanfyri.

Hevur tú nakrar spurningar til okkum kanst tú ríngja til hotelleiðara Rógva Mikkelsen á 239200 ella senda ein teldupost á rm@hotelbrandan.fo

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

*
Hotel Brandan er okkara 4 stjørnaða superior hotell við 124 kømur, matstovu, kafé og sera góðum veitslu- og fundarhentleikum.
Á Hotel Brandan seta vit okkum alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóð. Hotellið hevur góðkenningina Green Key, ið er altjóða umhvørvismerki hjá ferðavinnuni.

Starvsumsókn