Morgunkokkur til Hotel Brandan

Elskar tú at gera mat og skapa góðar upplivingar? Vit á Hotel Brandan sóknast eftir einum ágrýtnum kokki at starvast í okkara morgunmatartoymi. 

Vit bjóða

Sum kokkur á Hotel Brandan ert tú við til at tryggja, at gestir okkara fáa eina góða mataruppliving frá tíðliga á morgni. Vit leggja stóra orku í at veita morgunmat í bestu góðsku. Morgunmaturin verður tilreiddur við lokalum og umhvørvisvinaligum rávørum, í tann mun tað ber til. Vit baka breyðini og bollarnar sjálvi, og vit leggja okkum eftir at minka um matburturkast. Fyri okkum er tað umráðandi, at gestirnir fáa eina góða byrjan upp á dagin.  

Tín vangamynd

· Trívist at arbeiða í einum toymi og fellur lættliga í prát við onnur
· Dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er eins
· Er ein morgunfuglur og dámar væl at byrja dagin tíðliga

Sentanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála á økinum.

Freist at søkja

Freistin at søkja er 30. juni 2021. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
Tú søkir starvið við at senda títt lívsrensl og umsókn v.m. til hr@hotelbrandan.fo. Viðmerk “Morgunkokkur”.

Vilt tú vita meira um starvið, ring so til okkara køksleiðara, Rannvá Beder, á 23 92 40.

 

Hotel Brandan er eitt fýrastjørnað hotell og hevur 124 kømur, matstovu, kafé, fleiri fundarrúm og veitsluhøli. Hotel Brandan er partur av hotellsamtakinum hjá Smyril Line. Á Hotel Brandan seta vit okkum alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóð. Hotellið hevur góðkenningina Green Key, ið er altjóða umhvørvismerki hjá ferðavinnuni.