Móttøkulærlingur til Hotel Brandan
Vit søkja eftir einum móttøkulærlingi, ið brennur fyri at veita góða tænastu. Tað hevur tú møguleika fyri nú á okkara 4-stjørnaða superior GreenKey hotelli, Hotel Brandan, við starvsbyrjan 01. august 2023 ella eftir nærri avtalu.
Vit bjóða
• Lærupláss á einum GreenKey hotelli
• Læru um tænastu á altjóða støði
• Ágrýtnar starvsfelagar, harímillum fleiri aðrar næmingar
• Gott samanhald
• Ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag
• Møguleika at royna teg á Hotel Hafnia
Vit vænta, at tú
• Trívist í einum lívligum umhvørvi
• Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
• Hevur áhuga fyri ferðavinnu
• Sært tað sum ein spennandi vinnuveg at arbeiða innan tænastu á altjóða støði
Ynskiligt er, at tú hevur prógv frá miðnámi.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum. Starvsbyrjanin er 01. august 2023 ella eftir nærri avtalu. Skúlagongdin er í Danmark.
Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 01. juni 2023.
Tú søkir læruplássið umvegis frymilin niðanfyri.
Meira fæst at vita um læruna við at seta teg í samband við Jónu Venned á tlf. 239278. Til ber eisini at ringja til Petru á tlf. 585751