Móttøkunæmingur til Hotel Brandan
Hotel Brandan søkir móttøkunæming til okkara 4-stjørnaða hotell á Oknarvegnum í Tórshavn.
Saman við útlærdum móttøkufólki og øðrum næmingum kemur tú frá fyrsta degi at mynda móttøkuna, og tryggja gestum okkara eitt høgt altjóða tænastustøði.
Vit bjóða
• Lærupláss á einum nýggjum spennandi hotelli
• Læru um tænastu á altjóða støði
• Ein fjølbroyttan og livandi arbeiðsdag
• Glaðar, eldhugaðar starvsfelagar
• Møguleikan fyri at royna teg umborð á Norrønu og á Hotel Hafnia
Tín vangamynd
• Tú hevur prógv frá miðnámi
• Tú hevur áhuga fyri tænastu
• Tær dámar at seta gestin í miðdepilin
• Tú ert ágrýtin, fyrikomandi og álítandi
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum.
Starvsbyrjanin verður 15. februar 2021.
Lærutíðin er alt eftir royndum, men kann væntast at vera uml. tvey og eitt hálvt ár.
Freist at søkja
Freistin at søkja er 25. januar 2021. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Tú søkir við at senda eina umsókn saman prógvum og viðmælum til hr@hotelbrandan.fo.
Viðmerk ”Móttøkunæmingur til Hotel Brandan”.
Meira fæst at vita um læruna við at seta teg í samband við Súnfríð Lambaa Ihlen, móttøkuleiðara, á sl@hafnia.fo ella við at ringja 218156.
Hotel Brandan lat upp 01. juli 2020. Hotel Brandan er eitt 4-stjørnað, umhvørvisvinarligt hotel, við 124 kømrum, 4 fundar- og veitsluhølum, matstovu og kafé. Hotel Brandan er partur av hotell-samtakinum hjá Smyril Line (P/F Hotel Hafnia).