Náttarvørður til Hotel Brandan

Hotel Brandan søkir eftir náttarvørði at arbeiða annað hvørt vikuskifti á okkara 4-stjørnaða hotelli. Starvið verður sett skjótast til ber.

Tú hevur ábyrgdina av at tryggja tænastustøðið á hotellinum um náttina. Tú kemur at mynda móttøkuna og tryggja gestum okkara eitt høgt altjóða tænastustøði. 

Uppgávur

· Ábyrgd av at tryggja tænastustøðið á hotellinum um náttina
· Ymiskt móttøkuarbeiði so sum tjekk-in og tjekk-út
· Eitt sindur av reingerð í lobby-økinum
· Borðreiða morgunmat til gestir, ið tjekka út tíðliga
· Annað fyrifallandi arbeiði

Tín vangamynd

· Tú hevur viðkomandi royndir
· Tú trívist við at arbeiða einsamøll/einsamallur
· Tær dámar at seta gestin í miðdepilin 
· Tú ert ágrýtin og hevur lætt við at halda yvirlit yvir ymiskar arbeiðsuppgávur

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu. Starvið verður sett skjótast til ber.

 Allar umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Tú søkir starvið við at senda títt lívsrensl og umsókn v.m. til hr@hotelbrandan.fo. Viðmerk ”Náttarvørður Hotel Brandan”.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Súnfríð Lambaa Ihlen, móttøkuleiðara, á tel 218156. 


Hotel Brandan er eitt fýrastjørnað hotell og hevur 124 kømur, matstovu, kafé, fleiri fundarrúm og veitsluhøli. Hotel Brandan er partur av hotellsamtakinum hjá Smyril Line. 

Á Hotel Brandan seta vit okkum alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóð. Hotellið hevur góðkenningina Green Key, ið er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðavinnuni.