Parttíðar náttarvørður til Hotel Brandan

Hotel Brandan søkir eftir náttarvørði at arbeiða annað hvørt vikuskifti á okkara 4-stjørnaða hotelli. Møðuleiki er fyri fleiri vaktum, sum avloysari, um ein ynskir tað. Starvið verður sett skjótast til ber.

Tú hevur ábyrgdina av at tryggja tænastustøðið á hotellinum um náttina. Tú kemur at mynda móttøkuna og tryggja gestum okkara eitt høgt altjóða tænastustøði. 
 
Uppgávur
Ábyrgd av at tryggja tænastustøðið á hotellinum um náttina
Ymiskt móttøkuarbeiði so sum tjekk-in og tjekk-út
Annað fyrifallandi arbeiði
 
Tín vangamynd
Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur
Tú dugir føroyskt og enskt
Tú trívist við at arbeiða einsamøll/einsamallur
Tær dámar at seta gestin í miðdepilin 
Tú ert ágrýtin og hevur lætt við at halda yvirlit yvir ymiskar arbeiðsuppgávur
 
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála og avtalu. Starvið verður sett skjótast til ber.
 
Tú søkir starvið við at útfylla frymilin niðanfyri. Umsókninar verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði
 
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í Guðrið Hovgaard, móttøkuleiðara, á tel 239271. 
 
Hotel Brandan er eitt fýrastjørnað Superior hotell við 124 kømurum, matstovu, kafé og fundar-/veitsluhølum. Hotel Brandan er partur av hotellsamtakinum hjá Smyril Line. 

Á Hotel Brandan seta vit okkum alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóð. Hotellið hevur góðkenningina Green Key, ið er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðavinnuni. 

Application form