Souschefur til Húsagarð
Vit sóknast eftir souschefi til dugnaliga køkstoymið Hotel Brandan.
Hotel Brandan er eitt grønt 4-stjørnað superior hotel, og í køkinum verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur.
Sum Souschefur kemur tú saman við køksleiðaranum at hava ábyrgd av dagliga virkseminum í køkinum. Tú verður við til at menna, góðskutryggja og skapa serstakar matskráir til Húsagarð og til bólkar. Eisini verður tað tín ábyrgd at taka ímóti nýggjum starvsfólki, geva íblástur, upplæra og tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Tú
Tú ert útbúgvin kokkur, hevur viðkomandi royndir og er von/vanur við at arbeiða breitt við fleiri ymiskum matskráum.
Tú dugir at skapa gott samstarv millum starvsfólkini, leggur stóran dent á reinførið og hevur eitt skipað arbeiðslag. Sum partur av leiðslutoyminum er týdningarmikið, at tú tekur ábyrgd og ert til íblástur hjá tínum starvsfeløgum.
Vit bjóða
Tú verður partur av einum dugnaligum og ágrýtnum leiðslutoymi, ið brennur fyri at geva gestum okkara eina góða mataruppliving, og harumframt fært tú møguleikan at seta títt eyðkenni á matskránna. Vit bjóða eitt framsøkið óhátíðarligt umhvørvi, har vit virða tað góða samanhaldið.
Hotel Brandan er partur av Smyril Line samtakinum, og tú fært nógvar góðar kokkar sum starvsfelagar. Vit vilja gera okkara fyri, at tú kemur at eydnast væl í starvinum.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru eftir avtalu. Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt.
Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 1. juni. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Zach Ellison, køksleiðara, á tlf. 222194.