Summarstarv sum húsavørður á Hotel Brandan

Summarið er komið, og vit hava úr at gera. Vit sóknast tí eftir húsavørði at starvast 20-25 tímar um vikuna. Sum húsavørður kemur tú at vera við til at loysa fjølbroyttar uppgávur frá A-Z. Tú verður væl móttikin og verður partur av einum dugnaligum toymi. Starvið er frá 1. juli til miðjan august 2022.  

Uppgávur

Starvið sum húsavørður á Hotel Brandan umfatar m.a. at røkja hotellið og tryggja, at tað er reint og snøgt uttanfyri. Harumframt at finna fram til loysnir av ymiskum praktiskum trupulleikum, og at veita eina hjálpandi hond aðrastaðni í samtakinum, um tørvur er á tí.

Tín vangamynd

Vit virðismeta allarmest, at tú hevur gott handalag og ert fyrikomandi. Harumframt ynskja vit, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur lætt við at loysa fyrifallandi uppgávur.

Umsóknarfreist

Vit gleða okkum at taka móti tíni umsókn v.m. umvegis hr@hotelbrandan.fo. Umsóknarfreistin er 1. juli 2022.
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Delmar Tórason, húsavørð, á tlf. 233143.

Um Hotel Brandan

Hotel Brandan er okkara 4 stjørnaða superior hotell í Gundadali, ið miðjar ímóti at veita eina serstaka, grøna og føroyska tænastu. Hotel Brandan hevur 124 kømur, góðar fundar- og veitsluhentleikar og vælumtóktu matstovuna, Húsagarður. Vit stremba hvønn dag eftir at verja umhvørvið – og í septembur 2020, vórðu vit Green Key góðkend, ið er altjóða umhvørvismerkið hjá gestavinnuni. Hotel Brandan er partur av Smyril Line samtakinum.

Application form