Tænarar til Hotel Brandan

Dámar tær væl at skapa góðar upplivingar og at veita góða tænastu? So er eitt tænarastarv hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg.

Tú fært ábyrgd av at tæna gestum okkara til morgunmat, døgurða ella kvøld, umframt ábyrgd av at fyrireika fundarhølini. Samstundis verður tú partur av einum ágrýtnum toymi av kokkum og tænarum, ið arbeiða saman um at veita ta bestu gestaupplivingina.

Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera. Royndir á økinum eru ein fyrimunur men ikki ein treyt.

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært gistingarhússáttmálanum. Talan er um tímalønt parttíðarstarv við skiftandi vaktum.

Freist at søkja

Freistin at søkja er 15. juni 2021. Allar umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
Tú søkir starvið við at senda títt lívsrensl og umsókn v.m. til hr@hotelbrandan.fo. Viðmerk “Tænari til Hotel Brandan”.

Hevur tú spurningar, er bara at venda tær til matstovuleiðaran, Ólavur í Búrstovu á 23 92 45 ella ob@hotelbrandan.fo.

*

Hotel Brandan er eitt fýrastjørnað hotell og hevur 124 kømur, matstovu, kafé, fleiri fundarrúm og veitsluhøli. Hotel Brandan er partur av hotellsamtakinum hjá Smyril Line. 

Á Hotel Brandan seta vit okkum alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóð. Hotellið hevur góðkenningina Green Key, ið er altjóða umhvørvismerki hjá ferðavinnuni.