Tænarar til morgunmatartoymið

Dámar tær væl at skapa góðar upplivingar og at veita góða tænastu? Vit sóknast eftir eldhugaðum tænarum at at arbeiða fastar morgunvaktir annaðhvørt vikuskifti.

Vit bjóða

Sum tænari á Hotel Brandan ert tú við til at tryggja gestum okkara góðar gestaupplivingar og góða tænastu. Vit leggja nógva orku í at tilgera morgunmat av bestu góðsku. Morgunmaturin verður gjørdur til við føroyskum, umhvørvisvinarligum rávørum í tann mun tað ber til. Vit baka breyðini og bollarnar sjálvi, og vit leggja okkum eftir at minka um matoyðsli. Fyri okkum er tað umráðandi at gestirnir fáa eina góða byrjan uppá dagin.   

Tín vangamynd

· Tú trívist við at arbeiða í toymi og fellur lættliga í prát við onnur
· Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er líka
· Tú ert morgunfólk og tær dámar væl at byrja dagin tíðliga

Sentanartreytir

Løn- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála á økinum.

Freist at søkja

Freistin at søkja er 1. mars 2021.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og so hvørt tær verða móttiknar. 

Tú søkir starvið við at senda umsókn, lívrensl og onnur viðkomandi skjøl til hr@hotelbrandan.fo. Viðmerk “Tænarar til morgunmatartoymið á Hotel Brandan”.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Anniku Lisberg, F&B leiðara, á al@hotelbrandan.fo ella á tlf. 239246.

Hotel Brandan lat upp í juli 2020. Hotel Brandan er eitt 4-stjørnað hotell við 124 kømrum, 4 fundar- og veitsluhølum, matstovu og kafé. Hotel Brandan er partur av hotell-samtakinum hjá Smyril Line (P/F Hotel Hafnia).