Vikuskiftisstørv til reingerðartoymið

Okkum vantar starvsfólk at byrja beinanvegin.


Vit bjóða 

Tín starvsstaður verður á einum nýggjum og nýmótans grønum hotelli, har tú verður partur av einum dugnaligum reingerðartoymi.


Er tað tær vit leita eftir?

· Tú hevur helst royndir við reingerðararbeiði
· Tín jaligheit smittar á tey rundan um teg og er við til at seta dám á felagsskapin
· Tú ert virkin og eftirsíggin, hóast nógv er at gera


Setanartreytir

Setanartreytir sambært Gistingarhús- og matstovusáttmálanum. Arbeiðstíðin verður væntandi annaðhvørt vikuskifti. 


Freist at søkja

Tú søkir starvið við skjótast gjørligt at senda ein teldupost til hr@hotelbrandan.fo. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn.

Meira fæst at vita við at seta teg í samband við Súnfríð Lambaa Ihlen, móttøkuleiðara, á teldupost sl@hafnia.fo ella við at ringja 218156.


Hotel Brandan er eitt 4-stjørnað hotell við 124 kømrum, 4 fundar- og veitsluhølum, matstovu og kafé. Hotel Brandan er partur av hotell-samtakinum hjá Smyril Line (P/F Hotel Hafnia).