4 stjørnað ráðstevnuhotel

Hotel Brandan er 4-stjørnað ráðstevnuhotell við fýra fundarhølum, øll í ymsum støddum við fjølbroyttum møguleikum. Vit kunnu hýsa øllum – bæði smærri fundum og stórum ráðstevnum. Fundarhølini eru væl útgjørd við KT-útgerð, og okkara starvsfólk hava drúgvar royndir á økinum.

Sí møguleikar fyri borðuppsetanir HER

Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hotelbrandan.fo ella tlf. 309200.

Meksiko

Meksiko er størsta fundar- & ráðstevnuhøli á Hotel Brandan og kann húsa 90 fólkum í stólarekkjum. Ein svali við útsýni yvir viðarlundina fer beinleiðis úr hølinum. Meksiko kann býtast í tvey høli og brúkast til alt frá vanligum fundarvirksemi til privatar veitslur og tiltøk. KT-útgerðin er av besta slag og er løtt at brúka.

Sí 360º myndir
 

Ring 309200

.

Brúgvin

Brúgvin er fundarhøli á ovastu hædd við útsýni yvir býlingin norðureftir og einum svala við útsýni yvir viðarlundina. Brúgvin kann húsa 55 fólkum í stólarekkjum og kann brúkast til eitt hvørt høvi. Høli hevur tveir stórir skíggjar, og KT-útgerðin er av bestu góðska.

Sí 360º myndir
 

Ring 309200

.

Krákugjógv

Krákugjógv er eitt minni fundarhøli á ovastu hædd við frálíkum útsýni. Hølið er sera væl egnað til smærri fundir við upp til 6 luttakarum, setanarsamrøður og líknandi. Í hølinum er ein skíggi, flipover, whiteboard og ein prentari.
 

Ring 309200

.

Klubbin

Klubbin er eitt minni fundarhøli við frálíkum útsýni yvir Viðarlundina og Gundadal. Hølið er sera væl egnað til smærri fundir við 4 – 6 luttakarum, setanarsamrøður og líknandi. Í hølinum er ein skíggi, flipover, whiteboard og annars øll neyðug útgerð. 
 

Ring 309200

.