124 orkuvinarlig kømur til einhvønn tørv

Øll okkara kømur eru sera umhvørvisvinarlig og útgjørd við hágóðskulutum. Alt er umhugsað fyri at tryggja gestunum eitt gott, grønt og ómakaleyst uppihald. Hotellið hevur 116 dupultkømur, 6 superior kømur, ið hóska sera væl til rørslutarnaði og 2 stórar svitur.

Ring til okkara á +298 30 92 00 ella send okkum boð á booking@hotelbrandan.fo.

Dupultkamar

Lekkurt kamar við dupultsong av hágóðsku, kaffimaskinu, flatskíggjasjónvarpi við chrome cast og egnum baðirúmi við sminkuspegli og umhvørvisvinaligari sápu. 

Bílegg
Dupultkamar

Tvíkamar

Lekkurt kamar við tveimum seingjum av hágóðsku, kaffimaskinu, flatskíggjasjónvarpi við chrome cast og egnum baðirúmi við sminkuspegli og umhvørvisvinaligari sápu. 

Bílegg
Tvíkamar

Superiorkamar

Rúmligt kamar við dupultsong av hágóðsku, kaffimaskinu, flatskíggjasjónvarpi við chrome cast, egnum rúmligum baðirúmi við sminkuspegli. Kamarið hóskar serliga væl til fólk við rørslutarni umframt at tað er ovurviðkvæmisvinarligt. 

Bílegg
Superiorkamar

Svita

Okkara svitur eru lekkrar og rúmligar. Hetta eru kømur við sera góðum útsýni yvir Havnina. Sviturnar hava stór baðirúm við baðikari, brúsukabinu, dupultum vaski og einari lekrari uppihaldsstovu við sofu, lenistólum, spísiborði og stórari klædnagoymslu. Eisini kann gesturin gera sær ein frískan kopp av kaffi ella te.

Bílegg
Svita