4 stjørnað ráðstevnuhotel

Pakkaloysnirnar eru uppskot til, hvussu fundur ella ráðstevna kann leggjast til rættis. Vit laga okkum sjálvsagt til øll serlig ynski um mat og drekka, og vit eru altíð tøk og til reiðar at hjálpa tykkum við at fyrireika fundin ella ráðstevnuna. 

Eisini ber til at hava videofundir tvørtur um landamørk á Hotel Brandan. Vit hava góða útgerð, gott internetsamband, samstundis sum vit hava frálík høli til endamálið.

Um tit hava fyrispurningar ella ynskja at bíleggja, vinaliga setið tykkum í samband við okkum á booking@hotelbrandan.fo ella tlf. 309200.

Fyrrapart

Tíðarskeið: frá kl. 08:00 til 12:00 

· Morgunmatur – í hølinum ella í matstovuni
· Frísk frukt 
· Miðmáli –  í hølinum ella í matstovuni
· Ísvatn og kaffi/te

Prísur fyri hvønn: 204,- (u/MVG)
Vit finna tykkum hóskandi høli.
Hølisleiga kemur afturat prísinum.

.

Seinnapart

Tíðarskeið: frá kl. 12:00 til 17:00 

· Miðmáli – í hølinum ella matstovuni
· Frukt og dagsins køka
· Ísvatn og kaffi/te

Prísur fyri hvønn: 204,- (u/MVG)
Vit finna tykkum hóskandi høli.
Hølisleiga kemur afturat prísinum.

.

Heilan dag

Tíðarskeið: frá kl. 08:00 til 17:00 

· Morgunmatur – í hølinum ella í matstovuni
· Frukt
· Miðmáli – í hølinum ella í matstovuni
· Dagsins køka
· Ísvatn og kaffi/te

Prísur fyri hvønn: 276,- (u/MVG)
Vit finna tykkum hóskandi høli.
Hølisleiga kemur afturat prísinum.

.

Dag & nátt

Spyr um tilboð á booking@hotelbrandan.fo ella ring til okkum á 30 92 00. 

Dømi um innihald:  
Til morgunmat borðreiða vit við heimagjørdum bollum, lekkrum viðskera og jogurt. Kaffi, te og djús afturvið. Á middegi kann veljast millum gourmetsmyrjibreyð ella dagsins rætt, íroknað øl ella sodavatn. Seinnapartin fáa tit dagsins køku, kaffi og te. Um kvøldið fáa tit góðan nátturða, íroknað vín, øl ella sodavatn.  

Gist verður í dupultkamarið har ein ella tvey kunnu gista í sama kamarið. Morgunmatur er íroknaður. 

.

Snarfundir, stutt & ómakaleyst

Vit hava tvey smærri fundarhøli, ið hóska væl til stuttir og smáir fundir. Hølini eru: Klubbin, Krákugjógv og Meksiko Eystur. Við fundarhølinum hevur tú atgongd til internet, teldu og uppvørpu, og vit bjóða kaffi, te og ísvatn.  

Prísur fyri hvønn: úr 160,- (u/MVG)
Tú kanst leiga hølið fyrrapart frá kl. 8 – 12 ella seinnapart frá kl. 13 – 17.

Hølisleiga kemur afturat prísinum.

.

Videofundir

Vit ferðast ikki sum vit plaga. Tí hava vit á Hotel Brandan eina loysn, ið ger tað møguligt at hava videofundir tvørtur um landamørk.   

Vit hava góða útgerð, gott internetsamband, samstundis sum vit hava frálík høli til endamálið. 

Hotel Brandan hevur ymisk høli í ymiskum støddum, so uttan mun til um tit eru 4 fólk ella nógv fleiri, ber hettar væl til. 

Ring til okkum á 309200, vit skraddaraseyma tøkniligu loysnina júst til tykkum.

.