Treytir

GJALDSTREYTIR
Bókingar og møgulig tilkeyp gjørdar online verða goldnar tá tit hava góðtikið treytinar ella gjaldskortið verður góðkent til nevndu upphædd. Gjaldi verður afturgoldð um avlýsing verður boða frá innanfyri tíðarskeiðið fyri gratis avlýsing. Gevið gætur at bíleggingarnar, har tilskila er 'onki afturgjald' hava serligar treytir - sí pkt 2

AVLÝSINGAR AV GISTINGUM / KAMARI
Avlýsast kann uttan kostnað í seinasta lagin kl 12:00 (føroyska tíð) í seinastalagi 2 dagar fyri komudagin. Boðast skal frá skrivliga til reception@hotelbrandan.fo. Um avlýst verður eftir hetta verður kraft gjald fyri fyrst náttina.

Pkt. 2
Kømur bíløgd tilskila 'onki afturgjald' ella sertilboð verða ikki afturgoldin.
- einki afturgjald um avlýst verður
- prístilboð loyvir ikki broytingum
- gjaldast skal tá bílagt verður

Serligar treytir fyri avlýsingar eru galdandi fyri bólkabíleggingar á 10 kømur ella fleiri, send okkum ein teldupost á groups@hotelbrandan.fo og fá nærri kunning.

AVLÝSINGAR AV SERLIGUM TILTØKUM
Um tygum avlýsa keyp av tiltaki í seinasta lagi 14 dagar áðrenn tiltakið, verður full upphædd afturgoldin. Um tygum avlýsa keyp av tiltaki seinni enn 14 dagar áðrenn tiltakið, kunnu vit ikki vátta fulla upphædd afturgoldna uttan so, at vit fáa selt plássini víðari.

NAVNABROYTING
Loyvd uttan eyka kostnað.

Avlýsast / Broytast skal skrivliga við at senda teldupost til: reception@hotelbrandan.fo             

KOMA OG FRÁFERÐ
Innskriving er eftir kl. 14.00. Hotel Brandan er mannað alt døgnið. Tó mæla vit til at boða móttøkuni frá um koman er seinni enn kl 22.00. Ringið tlf 309200. Fráferð kl. 11.00. Til ber at rinda fyri møguliga seinni fráferð, og má hetta avtalast við móttøkuna.

Gestir verða biðin um gjaldskort, ið skal dekka møguligar eyka rokningar undir uppihaldinum.
Vit góðtaka bert bíleggingar frá gestum yvir 18 ár, børn og ung mugu verða saman við verja ella ábyrgdarpersoni.

MORGUNMAT
Tøkur vikudagar millum kl 07:00 – 10:00. Sunnu- og heilidagar millum kl 07:00 – 10:30

ROYKING
Øll kømur og høli á Hotel Brandan eru roykfrí, tó ber til at roykja ásett støð uttandura. Viðkomandi gestur sum stendur fyri einum kamari hevur ábyrgd av at hendan reglan verður yvirhildin. Verður hetta ikki yvirhildið, fær viðkomandi eina rokning á kr. 2.500 fyri reingerð Sama er galdandi fyri el-sigarettir.

DJÓR
Vit loyva ikki djórum á hotellinum - tó eru blindrahundar vælkomnir.

DREKKIVØRUR
Legg til merkis, at tað er bannað at takað egnar drekkivørur við á Hotel Brandan.Til ber at keypa drekkivørur í móttøkuni á hotellinum ella í matstovuni.

PARKERING
Vit bjóða ókeypis parkering fyri gistandi gestir, hetta er egin ábyrgd.

VIÐGERÐ AV PERSÓNSDÁTUM Í SAMBAND VIÐ BÍLEGGING AV GISTING OG ØÐRUM TÆNASTUM.
Tá tú, ella onkur annar tína vegna, bíleggur frá okkum, viðgera vit tær personsdátur, sum eru neyðugar hjá okkum at skráseta, um vit skulu kunna uppfylla avtaluna um bílegging ella keyp av tænastum. Upplýsingarnar eru tær, sum tú hevur givið okkum beinleiðis ella umvegis ferðaskrivstovu. Vit viðgera upplýsingar um tín samleika, hvussu samband fæst við teg, gjaldsupplýsingar v.m. Í ávísum førum skráseta vit passnummar. Haraftrat viðgera vit aðrar upplýsingar, sum tú gevir okkum, og sum eru av týdningi fyri gistingina ella veitanina av tænastum. Tað kann vera upplýsingar um ovurviðkvæmi ella serlig ynski/krøv. Vit skráseta alt tað, sum tú keypir ella umbiðir frá okkum, so sum gosbað, matstovuvitjan, kamarstænastu v.m., so vit kunnu veita tænastuna og krevja gjald fyri hana.

Vit viðgera tær upplýsingar, sum eru neyðugar til tess at uppfylla tína bílegging frá okkum, og tær upplýsingar, sum sambært lógarkrav skulu viðgerast.

Til tess at kunna veita afturvendandi gestum eina so góða tænastu sum møguligt hava vit valt at goyma persónsupplýsingar bert viðvíkjandi gisting í 4 ár. Persónsupplýsingar, sum viðvíkja fíggjarligum viðurskiftum, verða goymdar so leingi, sum møguleiki er at reisa endurgjaldskrav móti okkum, um ikki samtykki er givið at goyma tær longur.

Har, sum elektrónisk lás eru, kunnu vit lata hurðar upp við lyklakorti. Vit kunnu til reingerð ella av trygdarávum fara inn í kømur. Hvørja ferð, lyklakort verður brúkt, verður tað skrásett í lásinum. Skrásetingin verður goymd í 21 dagar

Privatlívspolitikkur

1.   Privatlívspolitikkur

Hotel Hafnia P/F viðgerð persónsdátur tínar, tá tú bíleggur eitthvørt frá okkum, býrt á okkara hotellum, brúkar tænastur okkara og líknandi. Okkara útsagnir niðanfyri viðvíkjandi vernd av persónsdátum siga meira um, hvussu vit viðgera persónsdátur. Eisini finnast har upplýsingar um, hvussu samband kann fáast við okkum, um tú hevur spurningar ella ynskir atgongd til tær persónsdátur, vit hava skrásett um teg.

Vit viðgera upplýsingar um teg í samsvari við føroysku dátuverndarlógina, sum byggir á europisku “General Data Protection Regulation”, hereftir nevnd GDPR.

2.   Viðgerði av tínum persónsdátum

Sum dátuábyrgdari ábyrgdast Hotel Hafnia P/F fyri allari viðgerð av persónsdátum í okkara bíleggingar-, bókhalds- og hotellumsitingarskipanum, eins væl og lýsingar- og kunningarteldupostum til kundar og onnur, sum vit samskifta við. Vit eru sjálvi dátuviðgerði, ella vit kunnu gera avtalu við onnur um at viðgera persónsdátur okkara vegna.

3.   Viðgerð av persónsdátum í samband við bílegging og gisting

Tá tú, ella onkur annar tína vegna, bíleggur frá okkum, viðgera vit tær personsdátur, sum eru neyðugar hjá okkum at skráseta, um vit skulu kunna uppfylla avtaluna um bílegging ella keyp av tænastum. Upplýsingarnar eru tær, sum tú hevur givið okkum beinleiðis ella umvegis ferðaskrivstovu. Vit viðgera upplýsingar um tín samleika, hvussu samband fæst við teg, gjaldsupplýsingar v.m. Í ávísum førum skráseta vit passnummar. Haraftrat viðgera vit aðrar upplýsingar, sum tú gevir okkum, og sum eru av týdningi fyri gistingina ella veitanina av tænastum. Tað kann vera upplýsingar um ovurviðkvæmi ella serlig ynski/krøv. Vit skráseta alt tað, sum tú keypir ella umbiðir frá okkum, so sum gosbað, matstovuvitjan, kamarstænastu v.m., so vit kunnu veita tænastuna og krevja gjald fyri hana.

Vit viðgera tær upplýsingar, sum eru neyðugar til tess at uppfylla tína bílegging frá okkum, og tær upplýsingar, sum sambært lógarkrav skulu viðgerast.

Til tess at kunna veita afturvendandi gestum eina so góða tænastu sum møguligt hava vit valt at goyma persónsupplýsingar bert viðvíkjandi gisting í 4 ár. Persónsupplýsingar, sum viðvíkja fíggjarligum viðurskiftum, verða goymdar so leingi, sum møguleiki er at reisa endurgjaldskrav móti okkum, um ikki samtykki er givið at goyma tær longur.

Har, sum elektrónisk lás eru, kunnu vit lata hurðar upp við lyklakorti. Vit kunnu til reingerð ella av trygdarávum fara inn í kømur. Hvørja ferð, lyklakort verður brúkt, verður tað skrásett í lásinum. Skrásetingin verður goymd í 21 dagar.

4.   Viðgerð av persónsdátum til marknaðarføringsendamál

Um tú teknar teg sum haldara av okkara tíðindabrævi, skráseta vit tina teldupostadressu, so vit kunnu senda tíðindi og tilboð.

Við støði í marknaðarføringslóggávuni kunnu vit eisini brúka tína teldupostadressu at senda tíðindi og tilboð sambært reglunum um verandi kundaviðurskifti.

Við støði í samtykki ella heimilaðum áhuga kunnu vit seta okkum  í samband við teg umvegis sosialar miðlar sambært reglunum um verandi kundaviðurskifti. Til at gera tað er neyðugt at brúka teldupostadressuna ella sosialmiðlasamleikan mótvegis sosiala miðlinum.

Loyvi, sum er givið okkum, kann afturkallast nær tað skal vera. Tú kanst eisini mótmæla, at vit senda tær lýsingartilfar sambært reglunum um verandi kundaviðurskifti. Slíkt mótmæli skal sendast til privacy@smyrilline.fo.

5.   Persónsdátuviðgerð í samband við menning, feilfinning og trygd

Um neyðugt kunnu vit viðgera dátur, herundir persónsdátur, til tess at: finna og rætta feilir, betra um okkara tænastu og skipanir, og greina nýtslu og brúkaraatferð. Eisini viðgera vit persónsdátur at vátta tín samleika, íroknað váttan av samleika við nýtslu av okkara talgildu tænastum.

Har tað ber til, brúka vit bara navnleysar/bronglaðar dátur og hagtøl, men viðhvørt  er neyðugt at viðgera persónsdátur í sambandi við menning, feilfinning, hagtalsger ella í samband við trygdarspurningar.

6.   Viðgerð av persónsdátum í øðrum førum

Um tú letur okkum, tað veri seg kundatænastuni ella onkrum øðrum í felagnum, eina umbøn ella fyrispurning, noyðast vit at viðgera persónsdátur í tann mun, tað er neyðugt til tess at skráseta og svara umbønini. Hetta við støði í heimilaðum áhuga, ella rættinum at uppfylla avtalu við teg, ella tínum rætti at fáa svar. 

Afturat viðgerini, sum er nevnd í privatlívspolitikki okkara, viðgera vit møguliga persónsdátur tá galdandi lóg (íroknað føroyska persónsdátulógin og GDPR) ella stjórnarboð ella rættarúrskurður áleggur ella loyvir okkum at gera tað.

7.   Avdúking av persónsdátum og lógarásett viðgerð

Vit avdúka ikki tínar persónsupplýsingar fyri triðjamanni, um tú ikki hevur givið loyvi, ella galdandi lóg (íroknað føroyska persónsdátulógin og GDPR) ella stjórnarboð ella rættarúrskurður loyvir ella áleggur okkum at gera tað.

Vit skulu gera vart við, at vit ikki skilja nýtslu av undirveitarum at viðgera persónsdátur sum avdúking.

8.   Tíni rættindi

Tú hevur sum privatpersónur rætt til innlit, rætting, striking og viðgerðaravmarking sambært dátuverndarlógini. 
Tú hevur eisini rætt at fáa dátur um teg útflýggjaðar ella fluttar til annan dátuábyrgdara (tænastuveitara) og rætt til í ávísum førum at mótmæla viðgerð av tínum dátum.

Um tú vilt gera nýtslu av hesum rættindum, send teldupost við umbønini til privacy@smyrilline.fo. Neyðugt er, at vit fáa neyvt at vita, hvør tú ert, og helst eisini eitt bókingarnummar ella fakturanummar. Vit svara tíni umbøn skjótast gjørligt og ikki seinni enn 30 dagar aftir mótttøku.

Tú mást prógva tín samleika og/ella vit kunnu biða um gjøllari kunning, áðrenn vit loyva tær at gera brúk av tínum rættindum. Hetta tí vit mugu tryggja okkum, at vit bara lata tær tínar persónsupplýsingar, og ikki onkrum øðrum, sum letst at vera tú.

9.   Dátuverndarfólk

Vit eru partur av Smyril Line P/F samtakinum. Smyril Line P/F fellir ikki undir lógarkrav um at velja dátuverndarfólk og hevur tí ikki eitt slíkt. Men felagsins dátutrygdarovasti (ISO) tekur sær av uppgávunum viðvíkjandi dátutrygd. Dátutrygdarovastin er umboðsmaður vegna alt hotellvirksemið í Smyril Line, herundir okkara.

Dátutrygdarovastin er okkara sambindingarlið til Dátueftirlitið.

Okkara dátutrygdarovasti veitir hotellunum í Smyril Line samtakinum, okkara teldutænastuveitarum og okkara starvsfólkum ráð og vegleiðing um viðgerð av persónsdátum og reglunum á økinum. Dátutrygdarovastin vil áhaldandi tryggja, at vit halda privatlívspolitikkin og okkara innanhýsis leiðreglur.

Dátutrygdarovastin kann eisini hjálpa tær at verja tíni rættindi ella svara tínum spurningum um tínar persónsdátur hjá okkum.

Tú kanst fáa samband við dátutrygdarovastan við at senda teldupost til privacy@smyrilline.fo.

Um tú heldur, at okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum ikki er í tráð við tað, sum vit lýsa her, ella at vit á einhvønn hátt bróta lógina um vernd av persónsupplýsingum, kanst tú kæra til Dátueftirlitið. Kunning um, hvussu tað kann gerast, finst á teirra heimasíðu: www.dat.fo

10.   Persónliga tillaga gisting hjá okkum

Hotel Hafnia P/F vil fegið bjóða okkara viðskiftafólkum best møguliga uppihald samsvarandi teirra ynskjum og gistingum fyrr.

Grundað á heimilað áhugamál kunnu vit brúka upplýsingar, sum tú veitir viðvíkjandi kamarsynski (t.d. ”havútsýni”, ”friðarligt kamar”) og upplýsingar um ískoytisveitingar (”brúsvatn” ”vatn uttan brús”), soleiðis at gistingin verðu tillagað til tín.

Slíkar upplýsingar stava frá tí, tú keypir frá okkum, og tí, sum tú ynskir ella biður um frá okkara starvsfólkum.

Haraftrat, og grundað á heimilað áhugamál, savna vit av og á upplýsingar um teg frá alment atkomiligum keldum, so sum alnótini og sosialum miðlum, men bert slíkt, sum ger tað møguligt at bjóða eina tillagaða gisting.

Upplýsingarnar verða ikki latnar øðrum.

Tú kanst mótmæla, at vit brúka upplýsingar um teg at tillaga gistingina. Tað kann gerast við telduposti til privacy@smyrilline.fo.

11.  Broyting í staðfestingini um verju av persónsupplýsingum, ella í viðgerðini av teimum 

Vit arbeiða áhaldandi við at menna og betra okkara tænastur til okkara viðskiftafólk. Hetta kann broyta háttin ella vavi av viðgerðini av persónsdátum. Kunningin, sum vit veita við hesi staðfesting um verju av persónsupplýsingum verður tí rættað og dagførd av og á. Vit broyta eisini hesa staðfesting, tá nýggjar lógarreglur ella broytt umsitingarsiðvenja gera tað neyðugt.