Umhvørvispolitikkur
Hotel Brandan í Tórshavn setur sær alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóðir viðvíkjandi veðurlagnum. Í septembur 2020 fingu vit góðkenningina “Green Key,” sum er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðavinnuni. Hetta merkið verður latið fyritøkum í ferðavinnuni, sum gera nakað eyka fyri at verja umhvørvið.
Umframt “Green Key” leggja vit stóran dent á at stuðla nýbrotum her heima, sum t.d. “Rudda Føroyar,” sum á hvørjum ári skipar fyri at savna sjálvboðin úr ymiskum grannaløgum við tí felags endamáli at taka burturkast upp í føroysku náttúruni.
Tá ið tað er brúk fyri at gera nakað nýtt, seta vit í verk nýggj átøk, sum eru grundaði á sama haldgóða og burðardygga støði, sum strembar eftir at lúka tey krøv, ið “Green Key” setur.
Okkara mál er støðugt at menna okkara starvsskipanir, mannagongdir og tænastur fyri at halda áfram við at seta grøn fótaspor í umhvørvið, sum til dømis:
• Nýggjar tekniskar innleggingar skulu allar vera í samljóði við ‘green-key-hugsunarháttin’
• Øll núverandi og komandi tænasta skal vera umhvørvisgóð
• Meira virkið samstarv við felagsskapir, sum hava til endamáls at gagna umhvørvinum
• Felags brævkassi til góð hugskot frá starvsfelagum til frama fyri grøna umhvørvið