Hotel Brandan er eitt grønt 4-stjørnað superior hotel. Hotellið liggur miðskeiðis í Gundadali, bert fáar minuttir til gongu frá miðbýnum, SMS og alskyns ítróttarhentleikum. Hotellið hevur tilsamans 124 kømur, 4 fundarhøli, sauna, venjingarhøli, heitar pottar og 110 parkeringspláss. 

Hotel hentleikar

✔ 4-stjørnað superior hotel 
✔ 4-stjørnað ráðstevnuhotel
✔ Norðurlendskt snið
✔ Green Key Hotel
✔ 124 kømur
✔ 4 fundarhøli
✔ 1 matstova (Húsagarður)
✔ 1 kafé/barr
✔ Sauna og fitness hentleikar
✔ 3 hitapottar
✔ 110 parkeringspláss
✔ Parkeringstænasta 
✔ Løðistøðir til elbilar
✔ Vaskitænasta
✔ Kamartænasta
✔ Concierge tænasta
✔ Barnaansing
✔ 3 minuttir til miðbýin 
✔ 2 minuttir til SMS
✔ 1 minutt til ítróttarøki

Set teg í samband við okkum

Ring til okkara á +298 30 92 00 ella send okkum boð á booking@hotelbrandan.fo.

Sí starvsfólk
.

Grønt virksemi

Hotel Brandan í Tórshavn setur sær alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóðir viðvíkjandi veðurlagnum. Í septembur 2020 fingu vit góðkenningina “Green Key,” sum er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðamannavinnuni. Hetta merkið verður latið fyritøkum í ferðamannavinnuni, sum gera nakað eyka fyri at verja umhvørvið.

Les meira
.

Parkering

Hotel Brandan hevur 110 parkeringspláss og 4 løðistøðir til EL-bilar. Tað er ókeypis at parkera uttanfyri Hotel Brandan, um tú kemur á vitjan, ella um tú gistir á hotellinum. Prísurin fyri at løða bil er 5 kr. pr. kwh. Løðingin skal bíleggjast í móttøkuni.

.

Upprunin til navnið

Føroyska Hotel Brandan er uppkallað eftir Sankta Brandan (484 - 577), ið var írskur munkur og fyrsti navnnevndi maður, ið kom til Føroya. Brandan var ein ævintýrari og sigldi víða um høv fyri at kanna oyggjar og lond og skrivaði dagbók frá ferð síni í Føroyum. 

Les meira
.

Listarlig uppliving

Ein vitjan á Hotel Brandan er ikki bara tænasta í serflokki – tað er eisini ein serlig listarlig uppliving. Listamaðurin Edward Fuglø hevur listprýtt hotellið við sermerktari og litfagrari list, sum er ein grundleggjandi partur av heildarkonseptinum hjá Hotel Brandan. 

Les meira
.

Melda til tíðindabræv

Kundi tú hugsað tær at fingið tíðindi og tilboð frá Hotel Brandan umvegis teldupost?