Føroyska Hotel Brandan er uppkallað eftir Sankta Brandan (484 - 577), ið var írskur munkur og fyrsti navnnevndi maður, ið kom til Føroya. Brandan var ein ævintýrari og sigldi víða um høv fyri at kanna oyggjar og lond og skrivaði dagbók frá ferð síni í Føroyum. Brandan sigldi millum føroysku oyggjarnar, hann gekk í fjøllunum og lýsti sera bergtakandi ta vøkru náttúruna. Og harav navnið: Eins og Brandan eru flestu vitjandi á føroyska Hotel Brandan ævintýrarar, sum vitja forkunnugu og einastandandi Føroyar.

Sankta Brandan var írskur munkur og var fyrsti navnnevndi maður, ið kom til Føroyar.

Hann livdi í tí glæsiliga tíðarskeiðinum í søgu Írlands, tá landið varð kristnað og meira enn nakað annað land átók sær at senda prestar til oyggjalond og inn á meginlandið at kristna fólkið, ið har búði.

Sankta Brendan ella Brendanus var føddur í ár 484 og doyði í 577. Hann hevði nomið sær allan kunnleika tá á døgum - matematikk, stjørnufrøði og siglingarlæru. Kendastur er hann frá sjóferðum sínum í ár 545 og seinni, tá hann í skinnbátum saman við øðrum munkum fór at leita eftir lovaða landinum fyri vestan, sum skyldmaður hansara Barinthus hevði greitt honum frá.

Ferðirnar vórðu fyrst varðveittar á mannamunni, men seinni skrivaðar sum ferðafrásøgn. Elsta nú kenda frásøgnin er latínska bragdarkvæðið Navigatio Sancti Brendani. Hóast nógv skrøgg er vavt uppí av munkum seinni, er eingin ivi millum søgugranskarar, at bulurin er sannur og at Brandan gjørdi tvær sjóferðir tvørtur um Atlantshavið.

Á ferðini førdi sunnanvindurin Brandan til Føroyar. Brandansvík kann benda á, at hann eisini legði at landi í Kirkjubø. Í føroyskum bygdum vórðu kirkjur kallaðar upp eftir honum og Brandansmessudagur 16. mai hevur verið hildin langt aftur í tíðina.

Í Føroyum møttu Brandan og hansara menn kristnum einabúgvum og nutu blíðskap á Seyðaoynni og Fuglaparadísinum. Og í 1976 vildi írski søgugranskarin Tim Severin prógva, at Brandan longu í 6. øld sigldi um Atlantshavið í opnum skinnbáti og kom til Amerika 450 ár undan Leivi Hepna og 1000 ár undan Kolumbusi.

Við á ferðini var føroyski listamaðurin Tróndur Patursson. Hvørki hann ella Tim Severin ivaðust í, at Brandan á ferðini steðgaði í Føroyum. Og eftir 50 samdøgur og 3.500 fjórðingar um Atlantshavið nomu teir land í Nýfundlandi.

Sambandið millum Írland og Føroyar er staðfest bæði søguliga og vísindaliga. Søguligar keldur siga frá írskum einbýlismunkum í Føroyum og írskum staðanøvnum í illgongdum brattlendi. Og vísindaligar ílegukanningar vísa, at umleið helmingurin av føroyingum er av írskum ella bretskum uppruna.