124 orkuvinarlig kømur til einhvønn tørv

Øll okkara kømur eru sera umhvørvisvinarlig og útgjørd við hágóðskulutum. Alt er umhugsað fyri at tryggja gestunum eitt gott, grønt og ómakaleyst uppihald. Hotellið hevur 116 dupultkømur, 6 superior kømur, ið hóska sera væl til rørslutarnaði og 2 stórar svitur. Kømur kunnu bókast her á heimasíðuni, men tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara á +298 30 92 00 ella send okkum boð á booking@hotelbrandan.fo.

Børn yngri enn tólv ár gista ókeypis, um tey sova hjá foreldrunum. 

Koma er eftir kl. 14:00, og fráferð er áðrenn kl. 12:00.

Um tú ynskir at koma áðrenn kl. 14.00 ella fara seinni enn kl. 11.00, ber tað sum oftast til. Spyr um prís og møguleikar í móttøkuni.

Dupultkamar

Lekkurt kamar við dupultsong av hágóðsku, kaffimaskinu, flatskíggjasjónvarpi við Chromecast og egnum baðirúmi við sminkuspegli og umhvørvisvinaligari sápu. Vit kunnu eisini bjóða hetta kamarið ovurviðkvæmisvinarligt.

Sí 360º myndir

Bílegg
. . . . .

    Tvíkamar

    Lekkurt kamar við tveimum seingjum av hágóðsku, kaffimaskinu, flatskíggjasjónvarpi við Chromecast og egnum baðirúmi við sminkuspegli og umhvørvisvinaligari sápu. Vit kunnu eisini bjóða hetta kamarið ovurviðkvæmisvinarligt.

    Sí 360º myndir

    Bílegg
    . . . .

      Superiorkamar

      Rúmligt kamar við dupultsong av hágóðsku, kaffimaskinu, flatskíggjasjónvarpi við chromecast og egnum rúmligum baðirúmi við sminkuspegli. Kamarið hóskar serliga væl til fólk við rørslutarni, umframt at tað eisini hóskar seg til fólk við ovurviðkvæmi. Eru tit fleiri gistandi, ber til at bíleggja kømur afturat við hurð ímillum til svituna ella tvímanskamarið, sum víst verður á 360 myndunum.

      Sí 360º myndir

      Bílegg
      . . . . . .

        Familjukamar

        Familjuvinarligt kamar, ið er eitt kamar við dupultsong og eitt kamar við tveimum einkultum seingjum. Hurð er millum kømurini, so tað verður til eitt stórt kamar við tveimum baðirúmum. Kaffimaskina og flatskíggjasjónvarp við Chromecasti er í báðum kømrum.

        Sí 360º myndir

        Bílegg
        . . . .

          Svita

          Okkara svitur eru lekkrar og rúmligar. Hetta eru kømur við sera góðum útsýni yvir Havnina. Sviturnar hava stór baðirúm við baðikari, brúsukabinu, dupultum vaski og einari lekrari uppihaldsstovu við sofu, lenistólum, spísiborði og stórari klædnagoymslu. Eisini kann gesturin gera sær ein frískan kopp av kaffi ella te..

          Sí 360º myndir

          Bílegg
          . . . . . . .

            Grønt virksemi

            Hotel Brandan í Tórshavn setur sær alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóðir viðvíkjandi veðurlagnum. Í septembur 2020 fingu vit góðkenningina “Green Key,” sum er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðamannavinnuni. Hetta merkið verður latið fyritøkum í ferðamannavinnuni, sum gera nakað eyka fyri at verja umhvørvið.

            Les meira
            .

            Room service

            Ger kvøldið fullkomið við einum roomservicepakka.

            Les meira
            .

            Morgunmatur

            Stuttfluttar umhvørvisvinaligar rávørur tilreiddar til ein morgunmat við bestu góðsku. Soleiðis byrjar dagurin best.

            Les meira
            .

            Vælvera

            Njót eina friðsæla løtu í hitarúminum ella í uttandura hitapottunum við frálíka útsýninum yvir Viðarlundina. Ella royn framkomna og orkuvinaliga venjingarhøli.

            Les meira
            .

            Bílegg beinleiðis

            Bílegg tína gisting á Hotel Brandan beinleiðis her á heimasíðuni heldur enn at brúka altjóða bíleggingarportalar. Altjóða bíleggingarportalar hava seinastu árini vundið alt meira upp á seg, serliga innan ferðing og gisting. Vit á Hotel Brandan vilja minna á møguleikarnar og fyrimunirnar við at BÓKA BEINLEIÐIS.

            Bíleggur tú beinleiðis, fært tú beinleiðis samband við okkara dugnaligu starvsfólk. Hetta beinleiðis sambandið gevur tær høvi at kunna um júst tíni serstøku og persónligu ynski, og tú fært svar beinleiðis frá okkum. Tá ið sambandið millum okkum og teg er beinleiðis, gerst tað, sum vera man, tættari og hjartaligari.

            Hetta sambandið merkir eisini, at tú fært beinleiðis kunning um, hvat er til taks, um serlig ynski, serlig tilboð, serligar tænastur og treytir.

            Tú kanst bíleggja beinleiðis her á síðuni, men tú ert altíð vælkomin at skriva til booking@hotelbrandan.fo ella ringja til okkum á tlf. 30 92 00. Vel tað samskifti, tær hóvar best.

            Bílegg kamar
            .

            Melda til tíðindabræv

            Kundi tú hugsað tær at fingið tíðindi og tilboð frá Hotel Brandan umvegis teldupost?