Jólamatur til minni & størri jólaborð

Vit hava sett saman eina leskiliga jólamatskrá til okkara jólagestir. Ynskja tit at hava jólaborðhald í egnum hølum á hotellinum, hava vit eina serliga matskrá við fýra rættum.

Borð á Húsagarði kann bíleggjast her á síðuni.
Jólaborðhald í egnum hølum verða bíløgd við at skriva til okkum á booking@hotelbrandan.fo ella á tlf. 309200

Jólamatskrá í egnum høli

Munnbiti
• Krustadur við heitroyktum makreli

Forrættir
• Fennikusaltaður laksur við urtasalati

Millumrættir
• Paté en Croute

Høvuðsrættir
• Confit de canard við káli og dunnusós

Dessert
• Rís à la Brandan

3 rættir: 525,- 
4 rættir: 625,- 

Drekkaskrá fyri hvønn kr. 440. 
Vælkomudrykkur, vín/øl/sodavatn afturvið matinum. Kaffi/te/avec omaná.

Afturatkeyp:
• Byrja kvøldið við okkara jólakokkteyli kr. 125
• Brellbitar kr. 35
• Jólasnapsur kr. 35
• Náttarbiti kr. 95 

* Hølisleiga er ikki íroknað.
Allir prísir eru við mvg. 

.

Jólamatur heim við

Skalt tú hava jólaveitslu heima, bjóða vit eisini jólamat heim við.

MATSKRÁIN
• Heitroykt laksasalat við dild
• Confiterað dunnulær við káli, dunnusós og lítlum eplum
• Rís á la Brandan við Amarena kirsuberum

kr. 525 fyri hvønn

Minst 10 fólk. Um tit eru færri, vinaliga skrivið til okkum á 
booking@hotelbrandan.fo. Útkoyring í Havn kostar kr. 300.

Allir prísir eru við mvg.

.

Hug at sova leingi?

Hevur tú hug at gista og sova leingi í sambandi við jólahaldið, hava vit eitt frálíkt tilboð.

✔ Sov leingi sunnudag, kekka út kl. 14

Einans kr. 399 fyri hvønn
Tilboðið er galdandi, tá ið bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Prísur fyri dupultkamar er 798,-

Vinaliga set teg í samband við okkum á booking@hotelbrandan.fo ella tlf. 309200. 

.

Um hølini

Meksiko eystur til 10 fólk
Meksiko vestur til 36 fólk
Húsagarður 120 fólk
Meksiko 72 fólk
Brúgvin 44 fólk

Les meira & sí myndir
.

Melda til tíðindabræv

Kundi tú hugsað tær at fingið tíðindi og tilboð frá Hotel Brandan umvegis teldupost?