Barrtænari til Hotel Brandan

Dámar tær væl at práta við fólk og veita eina framúr tænastu? So er starvið sum barrtænari hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg! 
Vit sóknast eftir barrtænarum til okkara vælvitjaðu Landmark barr og kafé á okkara nýmótans hotellið. Talan er um parttíðarstart, annað hvørt vikuskifti og nakrar vaktir mitt í viku, í summar, við byrjan skjótast gjørligt.

Vit bjóða
…..tær inn í okkara livandi starvstað og taka væl ímóti tær. Harumframt er talan um eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag, og sum t.d. riggar væl við síðunar av lesnaðinum. Starvið er tímalønt, og verður sett eftir gistingarhússáttmálanum.


Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera. Tað er ein fyrimunir um tú hevur royndir sum barrtænari, men er hetta tó ikki ein treyt.
Tað er ein treyt at tú ert 18 ár, tí tú kemur at skeinkja.

Umsóknarfreist
Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri.
Okkara F&B leiðari, Absalon Lydersen veit meira um starvið. Tú er vælkomin at seta teg í samband við hann umvegis 239290 ella al@hotelbrandan.fo.

Um Hotel Brandan
Hotel Brandan er okkara 4 stjørnaða superior hotell í Gundadali, ið miðjar ímóti at veita eina serstaka, grøna og føroyska tænastu. Hotel Brandan hevur 124 kømur, góðar fundar- og veitsluhentleikar og vælumtóktu matstovuna, Húsagarður. Vit stremba hvønn dag eftir at verja umhvørvið – og í septembur 2020, vórðu vit Green Key góðkend, ið er altjóða umhvørvismerkið hjá gestavinnuni. Hotel Brandan er partur av Smyril Line samtakinum.

Application form