Kokkalærlingur? Tygg uppá tað

Søkt verður eftir kokkalærlingi til Hotel Brandan, við byrjan í juni mánaða ella eftir nærri avtalu.
Konseptið á læruplássinum er slóðbrótandi við à la carte, føroyskum rávørum og nógvum góðum starvsfeløgum.

Tú borðreiðir, fyllir upp, kunnar gestir og heldur køkin reinan. Vit eru 9 lærlingar á hotellinum í løtuni, og tú verður partur av hesum lívliga hjálpandi toymi.

Ert tú fyrikomandi og elskar tú at royna teg fram í einum køki? Søk so lærupláss hjá okkum, í seinasta lagi 9. juni 2024. Men tygg ikki ov leingi, tí vit lesa umsóknirnar leypandi. Tú søkir læruplássið umvegis frymilin niðanfyri.

Lærutíðin er um 4 ár og tú skiftir millum lærutíð og skúlagongd. Hevur tú tikið grundskeiðið áðrenn, er lærutíðin styttri. Ert tú forvitin at hoyra nærri um læruplássið, so ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara køksleiðara, Jaspur S. Jørgensen, á 227570 ella jj@hotelbrandan.fo.

 

Application form