Morguntænari til Hotel Brandan
Dámar tær væl at skapa góðar upplivingar og at veita góða tænastu? So er hetta møguliga rætta starvið fyri teg! Vit sóknast eftir einum morguntænara at arbeiða tvær til tríggjar vaktir um vikuna. Tað er gerandisdagar frá mánadag til fríggjadag. Hetta er eitt fleksibult starv, sum hóskar væl til tín, ið ynskir eitt arbeiði við síðuna av øðrum.
Tú verður partur av okkara ágrýtna hotell toymi, ið arbeiðir saman um at veita ta bestu gestaupplivingina – og vit taka væl ímóti tær. Tú fært ábyrgd av at tæna gestum okkara til morgunmat og kemur tú at arbeiða saman við einum tænara, sum hevur fastar vaktir mánadagar til fríggjadagar. Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk, hevur lætt við at smílast og at veita eina góða tænastu, sjálvt tá nógv er at gera.
Arbeiðstíðir
• Tvær ella tríggjar vaktir um vikuna
• Mánadagar til fríggjadagar
• Vaktirnar liggja ímillum kl. 06:00 til kl 12:00.
Setanartreytir
Hetta er ikki eitt fulltíðarstarv, men eitt upplagt starv hjá tær, sum ynskir eitt fleksibult starv við síðuna av øðrum.
Løn og setanartreytir eru sambært gistingarhússáttmálanum. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Absalon Lydersen á 23 92 90 ella umvegis al@hotelbrandan.fo.
Hotel Brandan
Hotel Brandan er eitt fýrastjørnað hotell og hevur 124 kømur, matstovu, kafé, fleiri fundarrúm og veitsluhøli. Hotel Brandan er partur av hotellsamtakinum hjá Smyril Line. Á Hotel Brandan seta vit okkum alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóð. Hotellið hevur góðkenningina Green Key, ið er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðavinnuni.