Morguntænari til Hotel Brandan

Dámar tær væl at skapa góðar upplivingar og at veita góða tænastu? So er eitt tænarastarv hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg. Vit sóknast eftir morguntænarum til fastar vaktir annaðhvørt vikuskifti, at byrja skjótast gjørligt.

Tú verður partur av okkara ágrýtna hotell toymi, ið arbeiða saman um at veita ta bestu gestaupplivingina – og vit taka væl ímóti tær. Tú fært ábyrgd av at tæna gestum okkara til morgunmat.

Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera. 

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært gistingarhússáttmálanum.
 
Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við F&B leiðaran Anniku Lisberg á 23 92 46 ella umvegis al@hotelbrandan.fo.


Hotel Brandan

Hotel Brandan er eitt fýrastjørnað hotell og hevur 124 kømur, matstovu, kafé, fleiri fundarrúm og veitsluhøli. Hotel Brandan er partur av hotellsamtakinum hjá Smyril Line. 

Á Hotel Brandan seta vit okkum alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóð. Hotellið hevur góðkenningina Green Key, ið er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðavinnuni.

Application form