Móttøkufólk til Hotel Brandan

Ynskir tú eitt spennandi starv í tænastuvinnuni? Nú hevur tú møguleika at gerast partur av okkara dugnaliga toymi, har tú sleppur at læra og vaksa í einum livandi og vinarligum umhvørvi. Vit søkja eftir móttøkufólki til Hotel Brandan at byrja 1. oktober 2025. Starvið er tíðaravmarkað til 30. januar 2027 við møguleika fyri leingjan. 

Vit bjóða 
• Eitt spennandi og avbjóðandi starv innan tænastu á altjóða støði 
• Eitt framsøkið arbeiðspláss og dugnaligar starvsfelagar 
• Starv á einum GreenKey hotelli 
• Ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag 
• Og fram um alt eitt arbeiðsumhvørvi, har vit leggja dent á samanhald og trivnað 

Vit vænta, at tú  
• Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
• Brennur fyri at geva gestunum eina góða uppliving 
• Trívist í einum livandi umhvørvi, og við at arbeiða í skiftandi vaktum 
• Hevur gott máloyra, og dugir at samskifta á føroyskum og enskum 
• Hevur góðar telduførleikar 

Setanartreytir 
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum. 

Freist at søkja 
Umsóknarfreistin er 22. september 2025. Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri. 
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jónu Venned Fossádal, móttøkuleiðara, á tel. 21 83 32. 

Um Hotel Brandan 
Hotel Brandan er eitt fýrastjørnað Superior hotell við 124 kømurum, matstovu, kafé og fundar-/veitsluhølum. Hotel Brandan er partur av hotellsamtakinum hjá Smyril Line. 

Application form