Partíðarstarv í móttøkuni á Hotel Brandan
Vit leita eftir einum náttarravni til partíðarstarv í móttøkuni á Hotel Brandan.
Hotel Brandan søkir eftir einum fyrikomandi náttarvørði at arbeiða annaðhvørt vikuskifti á okkara 4-stjørnaða hotelli. Ert tú ein náttarravnur, ið ynskir at vera uppi fleiri nætur á rað er eisini møguleiki fyri fleiri vaktum, sum avloysari. Starvið verður sett skjótast til ber.
Sum náttarvøðrur ert tú ein umráðandi partur av tænastutoyminum á Hotel Brandan, og ert við til at tryggja gestum okkara eitt høgt altjóða tænastustøði.
Tú syrgir fyri at trygdin á hotellinum er í lagi alt døgnið, og at gestir kunnu sova trygt og væl.
Uppgávur
• Ábyrgd av at tryggja tænastustøðið á hotellinum um náttina
• Ymiskt móttøkuarbeiði so sum tjekk-in og tjekk-út
• Annað fyrifallandi arbeiði
Tín vangamynd
• Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur
• Tú dugir føroyskt og enskt
• Tú trívist við at arbeiða einsamøll/einsamallur
• Tær dámar at seta gestin í miðdepilin
• Tú ert ágrýtin og hevur lætt við at hava yvirlit yvir ymiskar arbeiðsuppgávur
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála. Starvið verður sett skjótast til ber.
Tú søkir starvið við at útfylla frymilin niðanfyri. Umsókninar verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Jónu Venned móttøkuleiðara, á tlf. 218332.
Hotel Brandan er eitt fýrastjørnað Superior hotell við 124 kømurum, matstovu, kafé og fundar-/veitsluhølum. Hotel Brandan er partur av hotellsamtakinum hjá Smyril Line.
Á Hotel Brandan seta vit okkum alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóð. Hotellið hevur góðkenningina Green Key, ið er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðavinnuni.