Á Hotel Brandan vilja vit geva tær eina góða uppliving ella fleiri.

Fyri serprís kanst tú bíleggja títt uppihald ella eina uppliving á Hotel Brandan.

Bílegg her á síðuni ella skriva til okkara á booking@hotelbrandan.fo. Tú er eisini vælkomin at ringja á tlf. 30 92 00 - vit hjálpa fegin.

 

 

 

Kristina Bærendsen á Húsagarði 18. oktobur

Kom við til eitt serligt kvøld á Húsagarði við countrystjørnini Kristinu Bærendsen, sum við síni einastandandi rødd fer at seta dám á kvøldið. 

Okkara dugnaligu kokkar hava sett saman eina serliga matskrá úr bestu føroysku rávørum. Ein ginn-serfrøðingur kemur á vitjan við frálíkum ginni, og harumframt hava vit eisini útvalt øl og vín, ið passa serliga væl til matskránna.

Set X í kalendaran 18. oktobur kl. 18:00 og fá eina framúr mat- og tónleikauppliving, meðan Kristina skapar ein ógloymandi stemning alt kvøldið.

Alt hetta fyri einans 1.495,- fyri hvønn.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Bílegg her
.

Christel Alsos í Norðurlandahúsinum

Tann 21. novembur í myrku vetratíðini er ikki nógv, ið kennist fjálgari enn jólakonsertin við Christel Alsos í Norðurlandahúsinum. Hetta er eitt upplagt høvi at njóta jólahugnan og eina nátt á Hotel Brandan. Vit hava eitt sera gott tilboð júst til tykkum.

✔ Gisting
✔ Atgongumerki til konsertina
✔ Wine hour

Einans 649,- fyri hvønn
Eyka fyri bronsj 189,- fyri hvønn

Tilboðið er galdandi, tá ið bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Dupultkamar 1.298,- / Einakamar 880,- Bílegg her á síðuni ella ring til okkum á 30 92 00.

Bílegg her
.

Brandan Bronsj

Á Hotel Brandan borðreiða við lekkrum bronsj hvønn leygardag og sunnudag frá kl. 08:00 til 13:00 í septembur, oktobur, novembur og desembur.

✔ Lekkur bakstur
✔ Flesk, bleyttkókaði egg, góðskuviðskeri & sponsk eggjakøka
✔ Frukt, terta, ostar & pylsur
✔ Bomm-buffét, kanelsniglar & vaflur
✔ Vistfrøðiligt kaffi, djús & smoothie og ymiskt annað, ið hoyrir til ein leskiligan bronsj

Hevur tú hug at fáa tær eitt glas av brúsandi víni ella mimosa, er hetta sjálvandi ein møguleiki.

Vaksin: kr. 249,- (Búgvandi gestir kr. 189,-)
Børn 4-11 ár: kr. 99,-
Børn 0-3 ár: Ókeypis

Bílegg borð her á síðuni ella ring til okkum á tlf. 309200.

Bílegg borð
.

Jólamatur til minni & størri jólaborð

Vit hava sett saman eina leskiliga jólamatskrá til okkara jólagestir. Ynskja tit at hava jólaborðhald í egnum hølum á hotellinum, hava vit eina serliga matskrá við fýra rættum. 

Sí matskránna & prísir
.

Jólamatur heim við jólaaftan

Í ár ber til at bíleggja jólamatin heim við. Vit klárgera og pakka matin so tað er nemt og ómakaleyst hjá tykkum at koyra í ovnin at hita upp aftur.

Matskráin
Dunnulær við hvítum og brúnkaðum eplum, heimagjørdum reyðkáli og dunnusós.
Rís á la Brandan við hvítari sjokuláta & Amarena Kirsuber.

Jóladunna 219,-
Rís á la Brandan 30,- 

Minst 4 fólk. Skal bíleggjast í seinasta lagi 22. desembur. Heintast skal í móttøkuni jólaaftan ímillum 10:00 og 14:00.

Bílegg her
.

EM - VIKUSKIFTI

Í sambandi við EM dystirnar í Oslo, hava vit snikkað eitt serligt EM tilboð saman til tykkum 16. - 19. januar. Vit bjóða:

✔ Gisting
✔ Wine hour – fá eitt ókeypis glas av víni
✔ Perlandi gáva til foreldrini
✔ Yvirraskilsi til børnini
✔ Dystirnir vístir á stórskermi
✔ Møguleika at sova leingi sunnudag, kekka út kl 14:00
 
Einans 699,- fyri hvønn
Tilboðið er galdandi, tá ið bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Prísur fyri dupultkamar er kr. 1.398 fyri 2 nætur. Børn til og við 11 ár gista ókeypis, um tey sova í somu song sum foreldrini.

Bílegg her á síðuni ella ring til okkum á 30 92 00.

Bílegg her
.

HONDBÓLTSVIKUSKIFTI

Í samband við finalurnar í Faxe Kondi kappingini hava vit snikkað eitt serligt hondbólts tilboð til tykkum.

Vit bjóða:
✔ Gisting
✔ Wine hour – fá eitt ókeypis glas av víni
✔ Faxe Kondi gávupakki við millum annað Bobblandi Faxe Kondi fløskuna
✔ Sov leingið sunnudag, kekk út kl 14:00

Einans 699,- fyri hvønn
Tilboðið er galdandi, tá ið bílagt verður til 2 fólk í dupultkamari. Prísur fyri dupultkamar er 1.398,- fyri 2 nætur.

Børn til og við 11 ár gista ókeypis um tey sova í somu song sum foreldrini.

Avmarkað nøgd. Rindast skal tá bílagt verður. Bíleggingin er bindandi. Tí verður einki endurgjald givið, um tit avlýsa.

Bílegg her
.